Búskaparliga sveinastykkið hjá Obama

Í dag verður Barack Obama tikin í eið sum tann 44. forsetin í USA, og tað er ein sera møtimikil uppgáva, sum stendur fyri framman hjá tí unga forsetanum. Almenna amerikanska skuldin er tvífaldað undir George Bush, og búskapurin stendur fyri álvarsomum hóttafalli. Men tað er júst í slíkum krepputíðum, at tíðin er búgvin at fremja umfatandi reformar, og Obama hevur tí ein gyltan møguleika at gera nakrar búskaparligar broytingar, sum eru alneyðugar í hesum tíðum

Í gjár var seinasti dagur hjá George Bush í teimum hvítu húsunum, og upptakið eftir hann verður stórt. Al­­menna skuldin er tvífaldað undir Bush-stjórnini, og amerikanski staturin skyld­ar nú 10,6 billiónir, sum er ein upphædd, ið tey flestu hava ilt við at skilja. Sein­astu fýra mánaðirnar hava tvær milliónir fólk mist starvið, og arbeiðsloysið, sum nú er á 7,2 prosent, er á veg uppeftir. Undirskotið á almennu fíggjarlógini hev­ur eisini verið stórt, meðan Bush hevur sitið við stýris­vølin, og reyðu tølini hava ikki sæð sín líka síðan seinna heimsbardaga.

Ein tann fremsta orsøkin til undirskotið er, at Bush hevur latið stórar skatta­lættar, sum ikki hava verið fíggjaðir við øðrum inntøk­um, og eitt kríggj í Irak, sum hevur kostað stats­kassanum nógvan pening. Bush arvaði eitt lítið yvir­skot á fíggjarlógini frá Bill Clinton, ið hann legði stóran dent á at náa, men hetta yvirskotið er vent til eitt metstórt undirskot, og Bush fer úr teimum Hvítu Húsunum sum tann mest ópopuleri forsetin í nýggjari tíð, hóast hansara undirtøka er batnað nakað síðan val­ið.

Barack Obama arvar eina katastrofala búskaparstøðu, og hansara politiska sveina­stykki verður tí at fáa búskap­in aftur á beint, og tað verður ikki nøkur løtt upp­gáva.

Bjargingarpakkin

George Bush hevur longu sett ein bjargingarpakka í verk, sum hevði til endamáls at bjarga fíggjarkervinum. Hesin kostaði 168 milliardir dollarar, men tað skal eftir øllum at døma sterkari lútur til. Tí hevur Barack Obama boðað frá, at hann fer at seta í verk eina stóra bjarg­ingarætlan. Hendan ætlanin fer væntandi at kosta eini 800 milliardir amerikanskar dollarar og kann gerast enn størri.

Enn hevur Obama ikki sagt nágreiniliga, hvussu bjarg­ingarpakkin skal skrúvast saman, men hann hevur tríggjar høvuðstættir. Fyrsti táttur er at lata pening til teir einstøku statirnar og lokalar myndugleikar, sum skal forða fyri, at hesir fara at hækka skattirnar og at skerja almennar tænastur. Ann­ar táttur er at lata pen­ing til fólkið, sum síðani fer at nýta hann til forbrúk. Hetta verður framt ígjøg­num skattalættar til lág- og miðalinntøkur umframt hægri arbeiðsloysisstuðul og heilsutænastur til arbeiðs­leys og láglønt, sum ikki hava ráð til sjúkratrygging. Grundleggjandi hugsanin er, at tá tú letur skattalættar fyri at stimulera búskapin, er best at lata hann til fólk, ið ikki hava ráð til at spara hann upp, men heldur fara út og brúka pengarnar. Har­umframt inniber pakkin møguliga skattalættar til vinnulívið. Triði tátturin í bjargingarpakkanum inni­ber, at tað almenna fremur almennar verkætlanir í serliga infrastrukturin fyri at skapa nýggj størv. Ameri­kanarar fáa harvið sín egna asfaltfestival við stórum íløg­um til eitt nú nýggjar vegir. Obama hevur nevni­liga boðað frá, at staturin skal skapa fýra milliónir nýggj størv áðrenn 2010 er runnið. Hetta er ein sera ambi­tiøs ætlan, ið fleiri ser­frøðingar ivast stórliga í. Harumframt er ætlanin at investera 150 milliardir doll­arar í grøna og burðardygga orku komandi tíggju árini.

Trupulleikin við einum slík­um bjargingarpakka, ið hevur til endamáls at stimulera búskapin, er, at tann frammanundan ovur­stóra almenna skuldin kann gerast enn størri. USA eigur nevniliga ikki hesar 800 milliardirnar á bók. Tað verða tí framtíðar ættarlið, ið skulu rinda tær útreiðsl­urnar, ið staturin átekur sær nú, og fleiri politikarar í Washington hveppa seg við at halda áfram við ovur­stórum undirskoti á fíggjar­lógini og eini vaksandi al­­mennari skuld.

Bjartskygni

Hóast USA gongur eini daprari tíð í møti við bú­­skaparkreppu og ótrygg­leika hjá vanliga borgar­an­um, er fólkið merkiliga bjartskygt um framtíðina. Í eini meiningakanning í New York Times sigur 80 prosent av fólkinum, at tey hava bjartar vónir um fram­tíðina undir Barack Obama, sum fær tvey ár til at fáa skil á trý tey størstu málini í amerikanskum politikki: Búskapin, trupulleikarnar í heilsuverkinum og kríggið í Irak.

Obama skuldi havt góðar fortreytir fyri at náa teimum málum, ið hann setur út í kortið, av tí at demokratarnir í løtuni hava meiriluta í báð­um húsunum í Kongressini. Men tað verður tó ein stór avbjóðing at fáa stuðul frá Kongressini til tær stóru broytingarnar, tí hóast demo­kratarnir hava meiri­lutan í bæði Senatinum og Umboðsmannatinginum, skulu bert nakrir fáir demo­kratar hoppa frá, áðrenn Obama fær ein meiriluta ímóti sær, og tað kann lætt­liga henda, um demokrat­arnir í Kongressini ikki fáa nóg stóra ávirkan á tann førda politikkin.

Fleiri eygleiðarar meta tó, at í slíkum krepputíðum er tað mangan lættari at fáa politiska undirtøku fyri meira umfatandi reformum, sum møguleiki ikki er at fremja í “friðartíð”.

Dagsins kreppustøða í USA er tí ein politiskur møgu­leiki hjá komandi forsetanum, skrivar Robert Samuelson í Washington Post. Hann samanber Obama við Ronald Reagan, sum fekk ovurstóra fólksliga undirtøku, m.a. tí at hann í eygum veljarans hevði fing­ið búskapin aftur á rættkjøl og syrgt fyri búskaparligum tryggleika eftir nógv ár við ovurstórari inflatión. Um Obama tí megnar at fáa skil á búskapin og skapa vón fyri eini bjartari framtíð, er stórur møguleiki fyri, at hann heldur fram í for­setaembætinum um fýra ár.

Stórar kreppur skapa stórar forsetar

Eingin ivi er um, at fólkið í USA metir, at búskapurin er tað mest týdningarmikla málið at loysa. Meira enn helmingurin heldur, at búskapurin skal standa ovast á breddanum hjá nývalda forsetanum, meðan bert umleið tíggju prosent halda, at kríggini í Irak og Afghanistan hava størst týdning.

John Judis frá tíðarrit­inum, New Republic, metir, at Barack Obama skal handla skjótt, um hann ikki skal gerast eitt stórt vónbrot hjá veljarunum.

Stórar kreppur skapa stórar forsetar. Tað er í kreppu­tíðum – antin av krígs­ávum ella búskapar­ligum turbulensi – at teir stóru forsetarnir verða skapt­ir. Tí minnast vit Roose­velt, Truman, John­son, Nixon og Reagan. Bill Clinton iðraði seg altíð um, at hann ongantíð fekk nakra stóra kreppu, sum kundi givið honum mandat til nakrar umfatandi reformar. Obama hevur hendan møgu­leikan, sigur John Judis.

Eingin ivi er um, at Barack Obama situr við ein­um stórum mandati til at fremja umfatandi broytingar í amerikanska samfelagnum – bæði viðvíkjandi heilsu­verkinum og skattapolitiskt, har Barack Obama hevur ætlanir um at “spjaða ríki­dømi”. Bill Clinton hevði t.d. stórar ætlanir um almenna sjúkratrygging, men hann varð steðgaður av einum republikanskum meiriluta í Kongressini. Hesa forðing hevur Obama hinvegin ikki (enn í øllum førum), og nú bíða ameri­kanarar og ikki minst restin av heiminum eftir, hvussu Obama fer at umsita sítt søgu­liga mandat til at fremja tær neyðugu broyt­ingarnar, tí tá USA hostar, fær restin av heiminum krím.