Búskapur og vinna: Kavarar fingu endurgjald

Norska oljufelagið Statoil hevur játtað 27 kavarum endurgjald.

Teir fáa 750.000 norskar krónur í part.
Teir 27 kavararnir fingu endurgjald fyri skaða, sum teir fingu, tá teir kavaðu fyri Statoil í Norðsjónum í árunum frá 1965 til 1990. Statoil hevur sagt, at felagið heldur seg ikki hava løgfrøðiliga skyldu at rinda kavarunum endurgjald, men at felagið hinvegin heldur seg hava eina moralska skyldu í málinum.
Kavarar, sum halda seg hava rætt til endurgjald, kunnu søkja til 1. februar, so tað er einki at ivast í, at fleiri kavarar afturat fáa endurgjald.