Bústaðarpolitikkur í Miðvági

Skipað verður fyri fundi um bústaðarpolitikk í bygdarskúlanum i Miðvági mikukvøldið. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer at røða

Almennur fundur um bústaðarpolitikk verður hildin í skúlaauluni í Miðvági mikukvøldið klokkan 19.00.
Tað er kvinnubólkurin í Vágum, sum skipar fyri, og røðari á fundinum verður Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.
Lagt verður upp til kjakfund, soleiðis at fundarfólkið fær høvið til at siga sína hugsan og seta spurningar, siga fyrireikararnir.
Kvinnubólkurin í Vágum fer at hava tríggjar tílíkar fundir í heyst, og teir verða allir hildnir í auluni í Miðvágs skúla. Umframt verður skipað fyri einum skeiði, har bara kvinnur hava atgongd.
Tann 29. oktober skipar Kvinnubólkurin fyri fundi um kommunusamanlegging. Har fer Hilmar Høgenni at tosa um fyrimunir og vansar við kommunusamanlegging.
Tnn 17. november verður tað umhvørvið, sum verður til viðgerðar, og á tí fundinum verður Finnbogi Joensen høvuðsrøðari.
Skipað verður fyri skeiði í døgunum 22. og 23. oktober. Evnið á skeiðinum, sum verður hildið í kommunuhúsinnum í Sandavági, verður um at tora at taka orðið.
Hetta skeiðið er bara ætlað kvinnum, siga fyrireikararnir. Tær siga, at hóast tað ofta verður hildið, at kvinnur tosað nógv og nógvastaðni, so vísir tað seg í mongum føri, at á størri samkomum o.t. eru tað fáar kvinnur, sum halda seg til at taka orðið. Eisini halda tær, at ov lítið sæst til kvinnur í politiska lívinum. Tað verið seg bæði kommunalt og í landspolitikki.
Tann, ið er áhugaður at frætta meira um tiltøkini hjá Kvinnubólkinum, kann venda sær til Kunningarstovuna í Vágum, siga tær, sum mynda bólkin.