BÚSTAÐIR
- Vit gera einki hol í sjógvin, men vóna, at hoyringin virkar við til, at vit koma eitt fet longur, sigur Rúni Abrahamsen, formaður í Føroya Arkitektafelag. Undir heitinum Betri bústaðir til øll skipar Arkitektafelag Føroya fyri hoyring í Norðurlandahúsinum hósdagin. Endamálið er at lýsa bústaðarviðurskiftini í Føroyum í dag og í framtíðini breitt og viðkomandi. Spurningar, sum verða umrøddir, eru eitt nú: byggja vit teir røttu bústaðirnar, hvønn bústaðartørv hava vit í dag og hvønn tørv kunnu vit vænta í framtíðini, eru møguleikar at byggja øðrvísi, og eru nakrar politiskar verkætlanir.
- Samanbera vit við hvat er í øðrum londum, hava vit ongan bústaðarpolitikk í Føroyum. Vit eftirlýsa nakrar verkætlanir, vit vita at nakrar eru í gongd, men einki hoyrist um tær. Tey eldru arbeiða við sínum, Húsalánsgrunnurin við sínum, Meginfelag Teirra Brekaðu við sínum og so framvegis. Undir hoyringini ber til at hoyra um alt undir einum.
- Vit vóna, at hoyringin setir bústaðin ovast á breddan. Øll, ið eru áhuga í bústaðarviðurskiftum, taka væl undir við tiltakinum og at ljóskastarin verður settur á bústaðarviðurskifti. Og setir hoyringin gongd á eina tilgongd, eru vit ógvuliga væl nøgd, sigur Rúni Abrahamsen.
Møtimikil tilgongd
Bústaðir eru kjarnuøkið hjá arkitektum, og nú Arkitektafelag Føroya hevur 20 ár á baki í ár, er høvið upplagt at skipa fyri einum tiltaki, sum setir bústaðin og bústaðarviðurskifti á breddan.
- Hvussu vit búgva er viðkomandi fyri okkum øll, ikki bara arkitektar. Tað eru karmar vit øll skulu liva undir, ikki bara í dag, men næstu 100 árini. Tí hevur tað avgjørt okkara áhuga, at hesi tingini verða gjørd á rættan hátt. Arkitektar eru beinleiðis uppi í bygging og samskipan av bygging, og tí snýr tað eisini í stóran mun um okkara yrki, sigur Rúni Abrahamsen.
- Eini sethúsabygging kann ein einstakur persónur taka sær av, meðan íbúðarbygging krevur eina samskipan og at lógarverkið og at politisku karmarnir eru til vildar. Í eini slíkari bygging eru ógvuliga nógv fólk inni í myndini, stovnar og myndugleikar, eins og fígging og ognarviðurskifti eru ein stórur partur. Hetta er sera møtimikið hjá leikfólki at fara undir.
Hoyringin aktuell
Nógv áhugamál verða umboðað undir hoyringini. Endamálið er at lýsa og allýsa bústaðarviðurskiftini í Føroyum í dag og í framtíðini breitt og viðkomandi. Tey, ið fara at leggja fram, eru Føroya Kommunufelag, Eldrafelag Føroya, Tórshavnar Kommuna, Húsalánsgrunnurin, Føroya Ungdómsráð, Meginfelag Teirra Brekaðu, og Arkitektafelag Føroya. Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður tekur eisini lut undir hoyringini, og Hans Pauli Strøm, sosiologur, fer at greiða frá bústaðar- og familjumynstrinum, og til- og fráflyting.
Herfyri var eitt lógaruppskot til samtyktar um alternativar bústaðarmøguleikar fyri á tingi. Uppskotið fall og tað sást á øllum brøgdum undir viðgerðini, at tingfólk ikki tóku uppskotið í álvara. Hoyringin, Arkitektafelag Føroya nú tekur stig til, er ikki sum ein reaksjón uppá vantandi viljan í tinginum, sigur Rúni Abrahamsen.
Hevði tørvur verið á eini hoyring sum hesi um øll fólk høvdu ein bústað? Ella er tiltakið ein avleiðing av stóra trotinum á bústaðum?
- Hoyringin er aktuell beint nú, men tað er altíð viðkomandi hjá einum felag, sum hevur áhuga fyri bústaðarmynstrinum og planlegging, at viðgera hesi viðurskifti. Vit hava lyndi til bara at hugsa um Havnina, tá ið ræður um bústaðarviðurskifti, men góður bústaður er fyritreytin fyri trivnaði á útoyggj ella í útjaðaranum.
Hoyringin hósdagin er almenn og ætlað øllum, sum eru áhugað fyri ella hava ávirkan á bústaðarviðurskiftini. Her verður hugsað um vanligar borgarar, lands- og kommunalpolitikkarar, fakfólk og embætisfólk.
Í sambandi við, at Arkitektafelag Føroya hevur 20 ár á baki í ár, verða onnur tiltøk, sum gera vart við bústaðir, eisini fyriskipað.