Ein fleksibul bústaðarmarknaður er eitt krav í framkomna samfelagnum, har mobilitetur, bæði á arbeiðs- og bústaðarmarknaðinum, er eyðkennið.
Tórshavnar Kommuna eigur at bjóða leiguíbúðir ella lutaíbúðir til fólk, sum av ymiskum orsøkum ikki hóska inn í vanliga bústaðarmynstrið og húsamarknaðin. Tað verið seg pensionistar, einsamallir uppihaldarir, lesandi, brekaði, menningartarnaði, misnýtarar, heimleys og sálarliga sjúk, ella bara fólk sum ikki ynskja at keypa hús, og harvið binda seg í ein mansaldur ella longur.
Ásannast má tó, at allir hesir bólkar krevja ymiskar loysnir og eigur tí ein miðvísur bústaðarpolitikkur, í summum førum í samstarvi við landsmyndugleikarnar, at verða førdur. Onkur hava tørv á sambýli, onnur á íbúð við serligum atgongumøgulikum hjá rørslutarnaðum og uppaftur onnur bara einum kamari. Sum er, eru tey flestu latin upp í hendurnar á privata íbúðarmarknaðinum, har vantandi tryggleiki, høgir prísir og tilvildarlig góðska ráða.
Tí eigur Tórshavnar Býráð at bera so í bandi, at leiguíbúðir verða tøkar, og sostatt geva fólki valmøguleikan millum traditionella bústaðarmarknaðin og onnur, kanska meira sosial, alternativ. Harumframt kunnu slíkar loysnir forða einum parti av spekulatiónini á húsamarknaðinum, av tí at vinnulív og privatfólk fáa eitt alternativ, til syndarligt høgu leiguprísirnir, sum nú valda á pørtum av leigimarknaðinum. Í løtuni er hetta útleigaranna skomm, men kan lættliga eisini blíva býráðsins, um ikki tiltøk verða sett í verk at forða øðrskapinum og stig tikin at broyta bústaðarmynstrið.
Tíbetur eru vit ymisk og hava tí eisini ymiskan tørv.