Mánadagin fara teir tríggir bústjórarnir í búnum eftir Faroe Seafood at gjøgnumganga tey 15 tilboðini, sum komu inn, áðrenn freistin var úti á midnátt.
Hóast eingin av tilboðsgevarunum hevur boðið upp á alt búgvið eftir Faroe Seafood í einum, so er okkurt av boðunum orðað soleiðis, at viðkomandi er sinnaður at tosa nærri um alt búgvið sum tað er.
- Í lýsingini tilskilaðu vit okkum rætt til at tosa við tey, sum komu við tilboðum, sum vit halda verða verd at samráðast um. Men fyrst skulu vit kanna øll tilboðini og samanhalda tey við skuldina hjá búnum. Tað arbeiði fara vit í gongd við mánadagin, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri.
Hann vil tó ikki nevna nakrar upphæddir, men hann heldur, at har eru tilboð, sum verd eru at tosa nærri um.
Tað eru tríggjar lánsveitarar, sum skulu góðtaka eina møguliga sølu ? treytað av at teir ikki verða inndekkaðir. Verða teir tað ? og virki ella skip verða seld fyri meira, enn skuldina, so er tað búgvið einsamalt, sum hevur avgerðina.
Lánsveitararnir fyri skipini eru tað Realurin og BankNordik, meðan tað bara er Kaupthing í Íslandi, sum fíggjar virkini.
Undir samráðingunum, sum standa fyri framman, skal búgvið finna út av, um prísir kunnu justerast - og um møguliga sølan skal fevna um annað, enn akkurát tað, sum stendur í ymsu tilboðunum.
Tey 15 innkomnu tilboðini eru bæði frá føroyingum og útlendingum, og tey eru bæði upp á skip og virki saman og skip og virki hvør sær.
Eyðfinnur Jacobsen vónar eina skjóta sølu, og hann væntar ikki, at komið verður langt inn í mars, áðrenn avgerðin fellur.