Býta út føst búpláss

Byggingin av Boðanesheiminum í Havn er nú komin so langt, at klárt verður at flyta inn seinni í ár. Pláss verður fyri 64 húsfólkum á heiminum.

Fyrsta dagin fáa tey fyrstu 32 eldru, ið eru raðfest at koma inn á røktarheim í kommununi, tilboð um búpláss á Boðanesheiminum. Eftir summarfrítíðina fáa 32 tey næstu eisini tilboð um búpláss.

Tað er upptøkunevndin, sum boðar fólki frá, um tey hava fingið fast búpláss á Boðanesheiminum. Tá innflytingardagurin nærkast, frætta fólk nærri, og starvsfólk frá Boðanesheiminum koma á heimavitjan.