Bátaeigarar gloyma trygdarútgerðina

Í seinastuni hava bjargingarmyndugleikarnir í Grønlandi fleiri ferðir leitað eftir smábátum, sum eru komnir í neyð, tí brennievnið er gingið undan. Tað hevur nú fingið Grønlands Kommando og grønlendsku løgregluna at minna bátaeigarar á reglurnar um, hvør trygdarútgerð eigur at vera í bátinum. Tí verða bátaeigarar mintir á at hava eitt nú neyðrakettir, bjargingarvest VHF og fartelefon. Ein GPS-ari kann eisini vera hentur at hava.
Teir, sum leitað varð eftir, vórðu funnir og bjargaðir í øllum góðum, men bjargingarmyndugleikarnir og løgreglan siga, at í fleiri førum var tað hepni heldur enn skil, sum gjørdi, at menn blivu bjargaðir.