Bátatænastan selir stuttleikabát hjá ríkmanni

Tann 53 føtur stóri báturin verður nú bjóðaður út til sølu á føroyska og íslendska marknaðinum

Stuttleikabátur

 

Ein ríkmaður í Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum, sum hevur havt avtalu við pólska verksmiðju um bygging av einum stórum stuttleikabáti, er ongantíð komin eftir bátinum, sum nú er liðugur og klárur at lata.

Hóast maðurin hevur goldið eina miljón krónur í bátinum, er maðurin ikki at finna, nú báturin er liðugur á verksmiðjuni.

Talan er um kendu verksmiðjuna – Galeon – sum byggir bátar av sama slagi, sum Pearl, ið man vera ein hin nýggjasti av slagnum í føroyska flotanum av stuttleikabátum.

Tað er Bátatænastan í Havn, sum umboðar pólsku verksmiðjuna og hesar væl umtóktu stuttleikabátar í Føroyum og Íslandi.

Birgir Johannesen á Bátatænastuni sigur, at stuttleikabáturin, sum talan er um, er heilar 53 føtur til longdar.

- Báturin, sum er 16,28 metrar langur og 4,78 metrar breiður, er verdur 9 miljónir krónur, men verður nú seldur fyri 4,9 miljónir krónur í Føroyum og Íslandi.

Tað er Bátatænastan, sum hevur fingið høvi at bjóða bátin út til sølu í Føroyum og Íslandi.

- Báturin er á nógvan hátt serligur og bygdur til júst hendan kundan í Dubai, men nú hann er liðugur, er maðurin burtur, sigur Birgir Johannesen.

Hann vísir á, at tey, sum hava áhuga fyri stuttleikabátinum, kunnu venda sær til Bátatænastuna og fáa ta kunning, ið tey ynskja.

- Tað eru fyritøkur, sum umboða Galeon, ið hava fingið høvi at bjóða hendan bátin, sum ikki er heintaður, til sølu, sigur Birgir Johannesen.