Fýra menn hava latið lív í einari vanlukku við einum skjóttgangandi báti úti fyri Hundige á Sjællandi. Løgreglan sigur, at ein tyrla fann fyrst ein mann og síðani tríggjar afturat, og at allir vístu seg at vera deyðir.
Løgreglan heldur seg vita, hvørjir menninir eru, men øll avvarandi hava ikki fingið boð enn.
Hinvegin veit løgreglan ikki, hvussu vanlukkan er hend, men okkurt bendir á, at báturin er holvdur, sigur TV2.