Báturin er hjartað í samfelagnum

Nú er tíðin aftur komin at flota sær bátin og gera klárt til at fara á Bátafestival á Toftum.

Nú er tíðin aftur komin at flota sær bátin og gera klárt til at fara á Bátafestival á Toftum. Í ár verður fyri trettandu ferð skipað fyri tiltakinum á Toftum, og sum siður er, verður festivalurin fyrsta leygardag í mai.

Onkursvegna er tað eitt tekin um, at summar er í hondum, tá bátaeigarar úr ymiskum heraðshornum stevna inn á Toftir á ársins fyrsta bátafestival.

- Tað hendir nógv við Skálafjørðin í løtuni, men meðan tey flestu ivaleyst hugsa um tunnilsboring, so eru tað sjálvboðin á eystara armi á Skálafjørðinum, sum rigga til bátafestivalin leygardagin 6. mai.

Fyrireikararnir vísa á, at tað eru ikki hissini fyrireikingar, sum skulu gerast, tí nógv verður á skránni, soleiðis at festivalurin aftur í ár kann gerast ein løta, sum fólk minnast aftur á við gleði.

- Báturin hevur altíð verið sjálvt hjartað í føroyska samfelagnum, og tí hevur báturin nógv at siga fyri nógvar føroyingar.

Lagt verður aftrat, at áður var báturin eitt amboð, sum bleiv brúkt til at fylla sær hjallin við og til flutning oyggjana millum, men í dag verður báturin eisini brúktur í frítíðarsigling.

- Tað eru nógvar familjur, ið brúka bátin sum eitt slag av einum húsvogni.

Fyrireikararnir siga, at tá bátafólkið seinnapartin leygardagin kemur á Toftir, verður sum vanligt skipað fyri felags móttøku, og borðreitt verður við heitari og góðari suppu til bátafólk, meðan harmonikutónar ljóma um alt havnarlagið.

- Eigur tú ikki bát sjálvur, er eisini møguleiki at koma til Toftir við húsvogni, tí økið er sett av til endamálið hesar dagarnar, sum bátafestivalurin er á skránni - og sjálvsagt eru øll onnur vitjandi eisini vælkomin.

Lagt verður aftrat, at skráin fyri Bátafestivalin á Toftum er fjølbroytt og er bæði til vaksin og børn. So, her verða møguleikar at njóta dagin. Um kvøldið verður stórdansur í tjaldinum, og hetta hevur verið væl vitjað hvørt ár.

- Bátafelagið á Toftum bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin, 6. mai, eru seinastu orðini av Toftum í hesum umfari.