Ferðafrásøgn
Ilulissat: Sólin skínur av heiðum himli, tá gardinurnar verða drignar frá vindeyganum á Hotel Arctic beint uttan fyri býin. Niðan fyri er havnin og har burturi, handan eystara nesið koma tey risastóru ísfjøllini, spakuliga skríðandi út úr Ísfirðinum.
Tað er kortini ikki so, at eygað sær, hvussu tey ferðast, tá tey eru komin higar út. Men eygleiðir tú tey yvir eitt longri tíðarskeið, ber til at síggja broytingar alla tíðina.
Tey standa føst á botni, tá fjørðurin gerst ov grunnur. Tað brotnar burturav. Tað toyar, og tey skifta skap, so javnvágin broytist, og tey koppa. Soleiðis alla tíðina, sum tað hevur gjørt øll hesi kanska 100.000 árini, síðan ísurin sum kavi fall niður á jørðina longri inni á tí, vit í dag nevna Grønland.
Hóast vit, sum undan lýggjari hválvi koma, halda hetta vera rættiliga óunniligt stað at lívbjarga sær, eru hesi stóru ísfjøllini kortini at kalla lívæðrin hjá stórum parti av tí fólki, sum býr í Ilulissat í dag.
Ilulissat er triðistørsti býur Grønlands við umleið 4.000 íbúgvum. Bara Nuuk og Sisimiut eru størri.
Og her undir ísinum heldur tann svartkalvin til, sum útróðrarmenninir liva av, eins og tað eru hesi stóru ísfjøllini, sum ferðamaðurin rindar nógvan pening fyri at sleppa at síggja.
Liviligt stað
At plássið er liviligt, er so nógv, sum ber boð um. Bygdirnar eru spjaddar í umráðnum, og fornfrøðiligur útgrevstur í Sermermiut dalinum vísir, at her hevur fólk búð í fleiri túsund ár. Í Sermermiut var størsta bygdin í Grønlandi í 1727, tá tað búðu 250 fólk her.
Í 1741 varð núverandi býurin grundlagdur av Jakob Severin. Hann varð sendur upp hagar at halda skil á niðurlendsku kópaveiðimonnunum, sum hildu til har. Býurin, hann grundaði, varð nevndur eftir honum við danska navninum Jakobshavn.
Siðvandi grønlendski veiðimaðurin dugir enn at halda gamlan veiðisið viðlíka og veiðir bæði tað, sum livir yvir og undir havinum.
Her er fuglur og fiskur, hvalur og kópur, og fullvæl duga teir at taka tað, teir hava brúk fyri.
Tó nú stendur einki til við hvalaveiðuni soleiðis, láta teir at. Hava bara loyvi at veiða tveir hvalir árliga, so tað er ikki tað stóra at býta millum tey 4.000 fólkini í Ilulissat.
Tey búgva rúmliga, tey reiðiliga hálvtfimtatúsund fólkini í Ilulissat Kommunu. Umfram býin sjálvan eru fýra smáar bygdir í kommununi. Í teimum búgva millum 47 og 200 fólk. Alt økið, sum kommunan fevnir um,. er umleið 47.000 ferkilometrar. Til sammetingar kann sigast, at Danmark er 43.092 ferkilometrar til víddar.
Grót og ísur
Tað tekur einastaðni millum eitt korter og ein hálvan tíma at ganga av hotellinum inn í býin. Ein gongutúrur eftir góðum, asfalteraðum vegi, hóast hann í breidd bara er helvtina av tí, vanligt er í Føroyum. Men so er ferðslan heldur ikki annað enn bara ein lítlan part av tí, vit kenna heima.
Nakrir smáir pílar standa, mestsum krúpandi, fram við vegnum. Hóast sólskin og stilli er so mikið kølið kortini, at tað er neyðugt at lata seg væl í, og eisini smáu pílarunnarnir eiga at kenna kuldan.
Vit fara um fyrsta svingið, og tað næsta liggur forúti beinanveg. Ein broyting í landslagnum. Berur klettur, her vit ganga, hóast fjøllini standa so stórbar longri burtur. Og ivaleyst eru tey langt burtur, tí frástøðan tykist ring at meta um her.
Men eftir seinna svingið liggur knappliga havnin við øllum sínum virksemi beint undir okkum.
Hesumegin eru ferðamannabátarnir og nógvir smærri og størri glasfipurbátar. Har liggur ein reyður AWI bátur fyri teymi, meðan ein stórur av slangum sæst við bryggjuna hinumegin.
Her er so mikið smalt millum báðar bryggjurnar, at væl sæst yvirum, og lesast kann, at hasin er ein 39 fót AWI. So hann man vera spildurnýgjur.
Eins og vit eru ernir av okkara Barbaru, hava teir í Ilulissat eisini duga at gagnnýtt filmsídnaðin til ferðavinnumál. Har liggur ein stóru glasfipurbátur. Væl útgjørdur til ferðafólkaflutning. Á síðuni stendur við stóru stavum »SMILLA«. Jú her er eingin ivi um, at hugsað verður um filmin »Frøken Smillas fornemmelse for sne«.
Tað fer ein brúgv um innasta, tronga partin av havnini. Tað liggur nýggjur ísur á sjónum. Másarnir ganga á honum og boða okkum frá, at nú er ikki so long tíð eftir, til hesir smáu bátarnir skulu takast upp.
Tað liggur ein lítil vatngoymsla beint oman fyri brúnna. Hetta er ein av fýra vatngoymslum, sum býurin brúkar. Hendan liggur lágt og er tann fyrsta, teir gjørdur. Sum býurin er vaksin, eru vatngoymslurnar lagdar hægri uppi.
Og ikki bilar, hóast frost er stóran part av árinum siga teir, tó at undrandi ferðamaðurin hevur hug at ivast.
Hundar, fiskur
og flugur
Tað eru nógvir hundar í Ilulissat. Einir 6.000 siga tey. Sletuhundar, sum brúktir verða um veturin, men standa tjóðraðir ymsastaðni í býnum, meðan tátt er.
Tað ber ikki til at siga, at teir verða væl røktir. Síggja neyðarsligir út, fleiri teirra, og fáa helst ikki meira enn allarhægst neyðugt til matna.
Tó eru nakrir, sum ganga leysir. Men tað eru hvølpar. Ein maður segði frá, at teir hava loyvi at ganga leysir, til teir eru seks mánaðar gamlir. So skulu teir tjóðrast, og helst skulu tøkutenninar eisini takast úr teimum. Men tað dámar ikki øllum, lat hann at, so tað mundi vera so sum so við tí.
Teir fáa fisk at eta, tá teir verða fóðraðir. Turran fisk hesa árstíðina. Um veturin frystir alt, so tá fáa teir ein blokk, sum tiðnar, so hvørt, etið verður burturav.
Fiskurin hongur uppi ymsastaðni í býnum og tornar. Svartkalvi, sum skorin er í álir. Riklingur ella flak. Og rundan um hesi stativini ella opnahjallarnar ganga so hundarnir tjóðraðir.
Men teir eru eisini savnaðir í størri »koloniir« ella »hundalond«, sum onkur nevnir tað, og har kann gerast ein rættilig konsert, tá allur riðilin samstundis fer at ýla.
Tað hanga nøkur kópaskinn á einum snóri. Einhvør, sum hevur skotið sær nakrar kópar og fingið skinnini til høldar. Nú eru tey reinsað og vaskað og síðan hongd út á snórin. Spent út og hongd tvørtur um snórin á miðuni. Síðan ein rúgva av vanligum klemmum, so tey ikki fara nakran veg.
Men her, eins og heima hjá okkum, er flugan ein plága hjá tí, sum heingir sær eina lykkju ella ein fisk út. Og kópaskinnini skulu helst ikki farið í maðk heldur, so okkurt má gerast.
Tað hava tey loyst sera hegnisliga og einfalt. Ein kláran plastikkposa við vatni heingja tey millum greipurnar, og so er tann trupulleikin loystur.
Men hvat tað er, sum ger, at flugan ræðist hendan plastikkposan, dugdu tey ikki at siga. Vistu bara, at líkt var til, at tær hildu seg burtur, og so løgdu tey fyri so vítt ikki so nógv í orsøkina.
Kanska áttu føroyingar at roynt hendan háttin, nú hjallarnir fara at fyllast í næstum.
Kendir menn
Ilulissat hevur fostrað kendar menn. Nevnast kunnu til dømis pólgranskarin Jørgen Brønlund og presturin Mathias Storch. Báðir sera kendir í Grønlandi og hava eisini fingið hvør sín skúla uppkallaðan eftir sær í heimbýnum.
Men tann kendasti av øllum er uttan samanbering kendi pólgranskarin Knud Rasmussen, sum varð føddur í Ilulissat 7. juni 1879 og doyði 54 ára gamal tann 21. december 1933.
Tað stendur eitt sórt, reytt hús inni í einum garði nakað niðan frá kirkjuni. Har er ein eftirgerð av einum gomlum grønlendskum húsum, gjørd av gróti og flagi uttan fyri. Ein standmynd stendur í túninum og dyrnar standa opnar.
Hetta er húsið, har Knud Rasmussen varð føddur, sum í dag er savn, honum til minnis.
Tann fryntligi ungi maðurin, sum tekur ímóti, vil fegin vita, hvør hesin er, sum so forvitin spyr um líkt og ólíkt. Jú, føroyskur blaðmaður er vælkomin og verður boðin runt. Skal einki gjalda afturfyri.
Her er ymiskt at síggja um Knud Rasmussen eins og ting hann hevur átt. Eisini er í løtuni ein framsýning sett upp um inuittar í Sibiria, og um hvussu teir liva. Hon er áhugaverd, men ein onnur søga.
Á veg upp trappurnar verður steðgað á at lesa eitt sitat frá Knud Rasmussen, sum rammað er inn og hongt á veggin. Sannleiks orð, sum ivaleyst eisini hava verið við til at halda mótinum uppi, tá onkuntíð man hava staðið nakað nógv á uppi í kuldanum:
»Fæ doyr. Vinir doyggja. Og einaferð doyr tú eisini sjálvur. Tað einasta, sum ongantíð doyr, er minnið um manns avrik.«
Jú, her er nógv áhugavert at síggja um mannin. Klæði, útgerð so sum riflur, kumpass, kort og annað mangt, hann hevur nýtt á summum av teimum átta granskingarferðunum, hann gjørdi.
Sól og ísur
Ímyndin av Grønlandi er sól og ísur. Tey bæði, avmyndað á flagginum eru sanniliga eisini nakað at vísa fólki.
Vit fara úr Knud Rasmussen savninum og spáka oman á »Atlantsbryggjuna«, har vit hava fingið boð at møta um fimmtíðina seinnpartin. Tað skal vera eitthvørt, sum vit skulu savnast um. Hava ikki fingið at vita hvat, men gita okkum, at tað verður ein siglitúrur út í Ísfjørðin.
Ein grønlendskur starvsfelagi sigur mær, at hann hevur hoyrt í útvarpinum, at strandafarskipið hevði broytt rutuna nakað orsakað av ferðavinnustevnu í Ilulissat, so helst fara vit ein túr við tí.
Og rætt hevði hann, tí tað vit komu á bryggjuna, vórðu vit beinanveg bodnir umboð á Sarpik Ittuk hjá Arctic Umiak Line, sum lá við bryggju ávegis á ferð síni fram við Grønlensku vesturstrondini.
Spakuliga glíður strandfaraskipið út millum smáu ísflakarnar, fylgt av trimum smærri bátum, sum eisini hava ferðafók umborð. Skulu sama veg, sum vit.
Og stórsfingin er sjónin. Ísfjøll í orðsins sanna týdningi. Stór og ymisk av skapi og eisini liti. Viðhvørt hvít, so blá og so sanniliga eisini grálig viðhvørt. Alt eftir, hvussu ljósið fellur á tey.
Har burturi, einar 60 kilometrar, siga tey okkum, liggur veruligt land. Tað er Disko.
Vit fara millum fjøllini. Síggja hvussu teir smærru bátarnir smoyggja sær heilt inn í smogurnar, har okkara stóra skip ikki sleppur. Øvunda teimum.
Og alla tíðina skiftir landslagið - ella íslagið um ein vil - skap. Viðhvørt líkjast tey Stóru Dímun. So er tað Tindhólmur eina løtu. So aftur bara slætt. Ein riva í ísinum her hevur gjørt eina gjógv har. Tað eru holur ígjøgnum. Okkurt sund opinberar seg knappliga, og best sum er, strýkur ein lítil bátur ígjøgnum.
At teir tora. Kanska er tað mest upp á rós at vísa seg fyri okkum? Hvør veit?
Men kortini kann tað væl vera ein av útróðrarmonnunum, eg havi tosað við har niðri á flótibrúnni í Ilulissat. Tí úr flogfarinum bar til at síggja, at teir seta heilt inni undir ísfjallinum. Munnu ivaleyst hava einahvørja fatan av, nær tað fer at koppa ella kálva.
Spakuliga er sólin farin at søkka handan blánandi fjøllini á Disko. Allir litir broytast. Himmalin rodnar, og ísfjøllini fáa ymsar litir. Ein sannur ælabogi er knappliga at síggja allastaðni.
Tað kølnar skjótt,og við øllum hesum, tú hevur sogið til tín í dag, er ivaleyst frægast at fara niðurundir at hita seg aftur, meðan siglt verður spakuliga aftur til lands.