Upptakt
Hóast tað nú er liðið hálvt annað ár síðani, at rumblið um útlendingar ? ikki minst útlendsk ítróttarfólk ? av álvara byrjaði, so eru framvegis snøklar eftir í hesum.
Hetat er nakað, sum tey í B36 kunnu skrivað undir uppá, tí hóast tey síðani kappingarbyrjan hava havt brasilianska Wellington við í venjingum, so hevur álopsleikarin enn ikki spælt ein tann einasta minutt fyri B36. Orsøkin er stríðið um umseting av pappírum í samband við innferðarloyvi, so hóast føroysku myndugleikarnir langt síðani hava sent sítt viðmæli víðari, so bíðar Wellington framvegis eftir endaliga stemplinum.
Í aðrar mátar siga tey í B36 seg hava allar mans tøkar. Pól Thorsteinsson var ikki við seinast, men tað verður roknað fyri víst, at hann nú aftur er tøkur, og tað sama verður sagt um Inga Højsted, sum teir báðar seinastu dystirnar er skiftur út vegna smávegis trupulleikar.
Hjá Skála er størsta ivamálið miðvallarmotorurin, Pauli G. Hansen. Hann hevur fingið ein skaða í lærkrikanum, og hevur at kalla als ikki vant í vikuni. Vónin er sjálvandi, at hann verður tøkur til týdnignarmikla útidystin, men tá vit hóskvøldið høvdu samband inn á Skála, vóru vónirnar avgjørt ikki av teimum bestu.