Hetta hevur verið turbolentur dagur hjá teimum í B36 í dag. Stutt eftir døgurða var greitt, at aganevndin hjá FSF hevði gjørt av, at B36 skuldi tapa landskappingardystin, sum fyri stuttum var spældur á heimavølli ímóti B68, 3-0. Á vøllinum vann B36 3-1.
Í kvøld var Tórsvøllur heimavøllur hjá B36, tí ljósini á ovara vølli í Gundadali verða ikki hildin at vera nóg góð. Men dysturin í kvøld endaði á ovara vølli í Gundadali. Lítla løtu undan leikloki sloknaðu ljósini á Tórsvølli, og tá ið tey ikki tendraðu aftur, varð farið niðan á ovara vøll, har Rúni Gaardbo nakrar minuttir seinni bríkslaði fyri síðstu ferð.
Í kvøld hevði B36 møguleika at taka stigini aftur. Tað var í heimadysti ímóti Skála, og B36 tók av álvara av. Væl upplagda B36 vann 5-0 ímóti Skála, sum ikki var at kenna aftur sammett við avrikið, sum skálamenn vístu sunnukvøldið, tá ið teir vóru á heimavølli ímóti NSÍ, og úrslitið var málleysur javnleikur.
Í kvøld var als einki at rafla um. Rasmus Rheidar Nissen setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og seks minuttir seinni økti sami spælari um munin við frísparki.
Fimm minuttir seinni var tað 3-0. Nýggi landsliðsspælarin Andrass Johansen átti uppleggið, og Michal Przybylski var fyri 11. ferð í ár málskjútti í bestu landskappingini.
Átta minuttir eftir steðgin var tað ein annar av B36 landsliðsspælarunum, Hannes Agnarsson, sum var málskjútti, og tá var tað vongverjin í vinstru Magnus Egilsson, sum átti innleggið.
Skálamaðurin í B36 Brian Jakobsen varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter, og hann varð skrásettur fyri 5-0 málið, tá ið tað restaðu átta minuttir. Tað var eftir, at Skála málverjin hevði hálvbjargað eftir innlegg úr høgru. Bólturin sprakk út í bringuna á Briani og í málið.
Nú Skála eigur fýra dystir eftir at spæla, hevur liðið á aftasta plássi 9 stig. Næstaftast eru AB og NSÍ við 20 stigum.
Dystirnir hjá Skála eru ímóti AB (ú), EB/Streymi (h), 07 Vestur (h) og KÍ (ú).
B36 – Skála 5-0 (3-0)
1-0: Rasmus Rheidar Nissen
2-0: Rasmus Rheidar Nissen
3-0: Michal Przybylski
4-0: Hannes Agnarsson
5-0: Brian Jakobsen
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson – Eli Falkvard Nielsen, Andrass Johansen – Hannes Agnarsson, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Rasmus Rheidar Nissen
Skála: Jákup Noløe Olsen – Vukasin Tomic, Jákup Jakobsen, Djóni Petersen – Pætur Dam Jacobsen, Emil Weihe Joensen – Ari Ó. Ellingsgaard, Jan Ingason Hansen, Karl Martin Johansen – Poul Kallsberg