Tað er øgiligur fagnaður í B36 leguni, og tað er sjáldan, at spælarar eru so vónbrotnir, sum teir nú eru í EB/Streyma leguni.
Klokkan vísti 95 minuttir, tá ið Bjarki C. Nielsen úr vinstru sneiddi inn í brotsteigin. Hann fór um koll, og Alex Troleis bríkslaði fyri brotssparki. Alex Mellemgaard var tryggur úr ellivu metrum, og so var tað 3-2, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð.
-Hetta var øgiliga tungt, og tað vóru savnaðar nógvar frustratiónir yvir, at mótstøðuliðið hevði skorað tvey mál eftir persónlig mistøk. Og tá ið tað so kortini eydnaðist, so kendist tað at vera ógvulig forloysing, sigur B36 venjarin Dan Brimsvík.
-Vit eru ógvuliga vónbrotnir. Spælararnir eiga rós fyri framúr avrik, men vit høvdu ikki marginalirnar við okkum. Fimm sekund áðrenn dómarin bríkslaði fyri brotssparkinum, sum bar 3-2 við sær, kendu vit okkum snýttar fyri fríspark. Vit ynskja B36 til lukku við sigrinum, men vit eru óvanliga vónbrotnir yvir úrslitið, sigur Jákup Martin Joensen, venjari hjá EB/Streymi.
Eitt stórt korter var farið, tá ið Gutti Dahl-Olsen legði EB/Streym á odda, og átta minuttir seinni økti hann til 2-0. So var dagsskráin stóran part av tíðini hjá EB/Streymi at verja leiðsluna og at dúva á møguleikan í skjótálopi at økja um leiðsluna og punktera spenningin, og hjá B36 var dagsskráin at minka um munin í roynd at svara aftur.
Seks minuttir undan steðginum vóru teir í EB/Streymi óhepnir at gera sjálvmál, og so var 2-1, og B36 hevði mót um, at tað kortini fór at eydnast at vinna.
Fyrstu løtuna undan steðginum var tað hendingarríkt. Ári Arge sá gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru gestirnir undirmannaðir. Men bara í tveir minuttir, tí so sá Uros Stojanov reytt fyri hevnisøku.
Hannes Agnarsson javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki til 2-2 eftir fínt einmansavrik og skot av brotsteigarmarkinum, og so snúði tað seg hjá EB/Streymi um at verja og hjá B36 at vinna sigursmálið.
Tað stóð nógv á, men tað sá út til, at tað fór at eydnast hjá gestunum, sum ofraðu seg fult og heilt.
Inntil Bjarki C. Nielsen sneiddi seg inn í brotsteigin, fór um koll, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki, sum Alex Mellemgaard umsetti til 3-2 og trý stig til B36, meðan teir í EB/Streymi vóru ógvuliga vónbrotnir.
Tað er framvegis teoretiskur møguleiki fyri, at EB/Streymur fer at flyta niður, men tá skal tað ganga meiri enn væl hjá fuglfirðingum, og tá skal tað ganga verri enn illa hjá EB/Streymi.
B36 - EB/Streymur 3-2 (1-2)