B36-dreingirnir meistarar

Enn er eitt umfar eftir at spæla, men teir verða ikki tiknir kortini. Sum er, er B36 trý stig undan NSÍ á øðrum plássi, og við einum betri innan hýsis roknskapi eru havnardreingirnir tí vísir í, at FM-gullið kann leggjast afturat steypinum, sum teir vunnu fyrr í ár.
Johan Ellingsgaard skeyt einsamalla málið í Klaksvík, har gullið altso varð endaliga staðfest við einum 1-0 sigri leygardagin.