B36 eigur nú Løgmanssteypið

Kappingin er nevnliga skipað soleiðis, at spælt verður í 10 ár. Tað liðið, sum tá eigur flestu sigrarnar, eigur tá steypið.

Steypið, sum nú verður kappast um, varð fyrstu ferð latið í 1999, tá KÍ vann tað. Síðani heur B36 vunnið tríggjar ferðir, GÍ (sum nú saman við LÍF er Víkingur) hevur vunnið steypið tvær ferðir. Og HB, NSÍ, EB/Streymur og KÍ hava vunnið steypið eina ferð í part.

 

Soleiðis var tað bert Víkingur, sum kundi gera, at B36 ikki fær steypið til ognar. Og tá saman lagda felagið tapti sín dyst í gjár, hevur B36 altso ognað sær fyrsta steypið á árinum, hóast teir enn bara hava spælt á leið 10 minuttir av kappingarfótbólti.