HB-B36 1-2 (0-1)
Fótbóltur
Tað var ikki bert mjørkin, sum hekk tjúkkur í Gundadali sunnudagin. Spenningurin undan dystinum millum tey bæði stóru havnarfeløgini var eins tjúkkur. Nærum soleiðis at áskoðararnir kundu merkja hann við fingrunum.
Umframt at vera ein vanlig lokaluppgerð, so hevði dysturin eisini alstóran týdning fyri vónirnar hjá áskoðarunum. Boðini hjá báðum pørtum vóru eisini púrasta greið. Kravið var ein sigur, tí bæði javnleikur og tap vildu ført við sær, at oddaliðið úr Gøtu kundi enn meira um munin niður til hini liðini.
Varlig byrjan
Tað var eisini líkt til, at hetta nervaði liðni nakað fyrstu løtuna. Í øllum førum byrjaðu báðir partar varliga, og royndu at fáa endarnar at røkka saman í verjupartinum, heldur enn at søkja á motstøðumálið.
Av tí sama gekk eisini rættiliga nógv fyri seg á miðvøllinum fyrstu løtuna. Her tóktist tað vera HB, sum fekk ta betru byrjanina. Teir vunnu flestu nærdystirnar á miðvøllinum, og fingu tískil sett fleiri álop ígongd, men nakrar veruligar málmøguleikar gjørdist talan so ikki um, hóast tað fleiri ferðir var hampuliga nær við.
At talan ikki gjørdist um teir stóru møguleikarnir hjá HB, komst serliga av nærløgdu B36 verjuni. Pól Thorsteinsson og Arnbjørn Danielsen pakkaðu snøgt sagt Bárð Mortansson og Jón Róa Jacobsen inn, so hesir at kall einki fingu burtur úr teimum bóltum, sum vórðu sendir niðan. Ikki minst var tað ein fragd fyri eyga at síggja, hvussu hegnisliga teir oftani pilkaðu bóltarnar av mótstøðumonnunum, uttan at tað yvirhøvur varð neyðugt við hørðum taklingum, hóast hesar eisini vóru at síggja av og á. Harafturat hevði Jens Kristian Hansen á vinstra bakki sera gott tak á Allani Mørkøre, soleiðis at HB ongantíð fekk gongd á vandamikla vongspælið, ið aloftast er ein hin størsta styrkin á liðnum.
Ímóti spælinum
B36 hevði í útgangsstøði tríggjar mans á toppinum. Heðin á Lakjuni, Jákup á Borg og John Petersen royndu at rotera, soleiðis at teir skiftandi vóru á miðvøllinum og í álopinum, men stóri trupulleikin tóktist vera, at teir at kalla onga hjálp fingu frá miðvøllinum. Har var ofta roynt við longum bóltum niðan móti John, men hóast hann vann flestu luftdystirnar við teir báðar vágamenninar, Jóhannis Joensen og Eyðfinn Fjalsbak, so var tað rár hending, at nakar B36 leikari var til staðar, tá bóltarnir skuldu samlast upp.
Tað var tí eisini eitt sindur órættvíst, at tað eydnaðist B36 at leggja seg á odda. Heðin á Lakjuni setti ferð á frá miðvøllinum. Bólturin varð sendur út í vinstru, har John síðani legði ein høgan bólt yvir móti handaru stong. Har eydnaðist Jákupi á Borg at stúta út aftur til Kenneth Jacobsen, sum stóð púra leysur á málteigarmarkinum. Bárður Johannesen fekk við eini framúr bjarging vart fyri í fyrstu atløgu, men Kenneth fekk onkursvegna sett tánna á aftur bóltin, so hann spakuliga rullaði millum vinir og fíggindar inn í HB málið. HB?arnir vóru í øðini, tí teir vildu vera við, at Kenneth hevði havt hond á bóltinum, men har vendist so ikki.
Bárður í fokus
Tað, sum eftir var av fyrra hálvleiki, hendi ikki tað stóra. Eins og fyri málið gekk tað mesta fyri seg á miðvøllinum, og framvegis vóru tað teir reyð/svørtu, sum vóru við yvirlutan.
Alt hetta var tó broytt, tá liðini komu aftur á vøllin til seinna umfarið. Nú var tað brádliga B36, sum sat á tí mesta, og í mun til spælið hjá HB fyrstu trý korterini, so fingu teir hvítu eisini fleiri góðar møguleikar burtur úr yvirvágini.
Tvær ferðir innan fáar minuttir tíðliga í hálvleikinum vóru av álvara boð eftir Bárði Johannesen. Fyrst var hann sum ein køttur niðri í horninum, tá Heðin royndi seg við frísparki, og síðani tók hann sakina í egnar hendir, tá verjumistak førdi við sær, at John kundi spæla Heðin púra blankan framman fyri málinum.
Bert ta einu ferðina mistók málverjin seg av álvara, tá hann kom skeivt út eftir einum himmalhøgum innleggi, men úr stuttari fjarstøðu sendi Jákup á Borg bæði upp um og við síðuna av.
Í hinum endanum var tað rár hending, at HB av álvara hótti. Bárður var tó ikki heilt einsamallur um at vísa gott hegni í málmansspælinum, tí ta einu ferðina mátti Trónduir Vatnhamar toyggja seg í hvørjari lykkju, tá Rúni Nolsøe úr 11 metrum stútaði móti málinum. Hetta var tó eisini tað seinasta, sum Rúni slapp at gera í dystinum, tí løtu seinni varð hann rikin av vølli.
Hetta hendi, eftir at dómarin hevði givið B36 málspark. Allar helst var Rúni ikki samdur í dómaranum hesum viðvíkjandi, og tá næsta gula kortið so varð givið HB-liðskiparanum, var útvísingin ein veruleiki.
HB hevði annars stutt undan hesum sent Una Arge á vøllin í eini vón at hvessa álopspartin, men ætlaði styrkurin av hesum varð tó av ongum. Fyrst og fremst tí útvísingin av liðskiparanum merkti, at bóltarnir niðan til álopið gjørdust færri í tali, men eisini tí B36 framhaldandin hevði sera gott tak á HB álopinum.
Útvísingin avgjørdi
Útvísingin gjørdi sjálvsagt eisini, at tyngdin á HB miðvøllinum gjørdist nógv minni, og sum hálvleikurin leið, tóktist enn eitt B36 mál at koma alsamt nærri.
Eftir at hava hótt fleiri ferðir, eydnaðist eisini B36 at avgera dystin, tá lítið korter var eftir at spæla. Jan Guttesen rann ígjøgnum at kalla manntóma HB miðvøllin, og tá Janus M. Joensen ikki varnaðist, at verjufelagarnir royndu at seta rangstøðufelluna, kundu Jákup á Borg og John Petersen seta ferð á, tveir móti einum. Aftir at hava drigið seg fram til brotsteigarmarkið sendi Jákup tvørtur um, og sera kølin rullaði John bóltin framvið sakleysa HB málverjanum.
Dysturin var nú avgjørdur, og seinastu løtuna kundu áskoðararnir hjá B36 hóskandi nýta til at heiðra monnunum, sum loksins høvdu vunnið ein týðandi landskappingardyst móti HB. Nakað, sum ikki er hent, síðani B36 á seinasta leikdegi í 1990 tryggjaði sær silvur á seinasta leikdegi.
HB fekk minkða um munin, tá Egil Zachariasen púrasta óneyðugt gav teimum tveir møguleikar at skjóta fríspark av brotsteigarmarkinum. Nakað sum annars helst átti at kosta reytt kort, men Egil var heppin, og slapp kortini at verða á vøllinum.
Seinnu royndina sendi Vagnur Mohr Mortensen fram við verjugarðinum og í málið, men tá var alt líka sum avgjørt, og tá dómarin løtu seinni blásti dystin av, var sigurin ein staðfesting.
Við sigrinum tykist B36 nú at vera einasti veruligi sambiðilin hjá GÍ í oddastríðnum, og mett eftir seinastu dystunum, so fara hvítu havnarmenninir ikki at missa nógv stig afturat í ár. Teirra trupulleiki tykist tó at vera, at gøtumenn heldur ikki hava hug at missa nakað serligt, men í øllum førum halda teir framhaldandi fast í oddinum.
HB misti hinvegin takið við tapinum. Teir eru nú átta stig aftan fyri GÍ, sum hevur ein dyst til góðar, og tí munnu tankar teirra heldur leita ímóti vágbingum, sum í sín part yvirtóku triðja plássið á stigatalvuni.
HB-B36 1-2
0-1: Kenneth Jacobsen 17.
0-2: John Petersen 75
1-2: Vagnur M. Mortensen 90
HB: Bárður Johannesen - Vagnur M. Mortensen, Jóhannis Joensen, Eyðfinn Fjalsbak, Janus M. Joensen - Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen - Bárður Mortansson, Jón Rói Jacobsen
B36: Tróndur Vatnhamar - Pól Thorsteinsson, Egil Zachariasen, Arnbjørn Danielsen - Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen - Jákup á Borg, John Petersen, Heðin á Lakjuni