B36 er fjórða liðið í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Tað er greitt eftir uppgerðina í Sørvági ímóti 07 Vestur, har tað var neyðugt við bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn B36 hevði vunnið.
Í vanligu leiktíðini endaði tað 2-2 eftir málleysan 1. hálvleik. Ingi Højsted, sum seinni varð útskiftur, tí hann var skaddur, skoraði til 1-0 til B36. Jens Erik Rasmussen javnaði og legði 07 Vestur framum 2-1, og Karoly Potemkin javnaði til 2-2.
Í longdu leiktíðini kom einki mál. Í brotssparkskappingini skoraði B36 upp á øll fimm brotsspørkini, meðan 07 Vestur misnýtti eitt spark.