Mark situr aftur í kvøld á beinkinum

Sebastian Linnet John hevur av álvara tikið av, síðani hann fekk møguleikan millum stólparnar, tá ið Mark F. Jensen varð skaddur

Klokkan 19.45 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har KÍ í Conference League hevur vitjan av Neman úr Hvítarusslandi.

 

KÍ liðið er soleiðis mannað, sum tað var hóskvøldið, tá ið tað við 1-0 heimasigri ímóti FK Radnicki  eydnaðist klaksvíkingum at vinna seg í triðja umfar.

 

Tað vil siga, at aftur í kvøld er tað Sebastian Linnet John, sum verður málið hjá klaksvíkingum. Hann var fyrstu ferð á liðnum 17. juli, tá ið KÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti finska SJK, og Sebastian Linnet John avloysti Mark F. Jensen, sum noyddist skaddur av vøllinum.

 

Nú er Mark F. Jensen klárur aftur, men í kvøld er hann á beinkinum. KÍ venjarin Magnus Powell hevur gjørt av, at Sebastian Linnet John eisini í kvøld fer at verja KÍ málið.

 

 

 

KÍ – Neman FK kl. 19.45

 

KÍ: Sebastian Linnet John – Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea – Jóannes Kalsø Danielsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Patrik Johannesen

 

Á beinkinum: Mark F. Jensen, Robert Williams, Mads Bo Mikkelsen, Jonn Johannesen, Daniel Johansen, Filip Brattbakk, Dávid B. Andreasen, Páll Müller, Martin Gonzales, Gilli Rólantsson Sørensen, Ahmed Latif, Claes Philip Kronberg

 

Venjari: Magnus Powell