B36 er undirmannað

B36 hevur havt greiða yvirvág í spælið seinnapartin av 1. hálvleiki og fyrsta korterið av 2. hálvleiki, men hóast teir í árstalsfelagnum hava spælt seg til upplagdar málmøguleikar, so er støðan framvegis 1-1 í heimadystinum ímóti Skála.

Ein tími var farin, tá ið B36 liðformaðurin, Klæmint Matras, var rikin av vølli. Dómarin vísti honum beinleiðis reytt kort. Poul N. Poulsen steðgaði B36 liðformanninum, sum var inni í Skála brotsteiginum. B36 spælarin tóktist rokna við brotssparki, og tá ið einki hoyrdist til dómaran, leyp Klæmint inn í Poul N. Poulsen, og tað fann dómarin seg ikki í.