Fjórði dysturin av 12. umfarinum í Formula-deildini verður spældur í Gundadali í kvøld, har ÍF kemur á vitjan hjá B36. Til dystin hevur B36 gjørt leiguavtalu við Fremad Amager, soleiðis at Hans Jørgensen (myndin) kann loysa leikbannað Meinhardt Joensen av í málinum, og hartil er Hanus Thorleifsson nú aftur tøkur, eftir at hann hevur sitið tveir leikbannaðar dagar av sær. B36 og ÍF spældu eisini í fyrsta umfarinum av Formula-deildini, og tá vann B36 4-1. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 18.