Jákup á Borg og B68 spælararnir hava í vikuni havt tað lættari, enn teir høvdu havt tað, um teir sunnudagin høvdu tapt í Runavík. 3-2 sigurin í Runavík ber við sær, at B68 er komið undan hóttanini av niðurflyting, og at tað við heimasigri ímóti B36 er møguleiki hjá toftamonnum at vinna sætta plássið.
Tað er greitt, at B36 endar á fjórða plássi, men gongdin seinastu vikurnar hevur verið lítið hugalig, tí í trimum teimum seinastu umførunum hevur samlaða úrtøkan verið tvey stig – 0-0 ímóti Víkingi, 1-1 ímóti 07 Vestur og so 3-0 tap ímóti HB.
Samlaða B36 úrtøkan er 38 stig, og serliga eitt tap iðra teir í árstalsfelagnum seg um. Tað er 3-0 tapið á skrivaraborðinum ímóti júst B68. Á vøllinum vann B36 3-1, og B36 vann 4-1, tá ið toftamenn í fyrsta umfari vóru í høvuðsstaðnum.
Hjá Jákup á Borg og B68 hevur tað seinastu ferðirnar verið nógv upp og niður. Eftir 2-1 sigur á útivølli ímóti HB, tapti B68 1-0 á heimavølli ímóti AB, og so var tað 3-2 sigurin á útivølli ímóti NSÍ.
Hjá B36 er miðvallarin Magnus Holm Jacobsen leikbannaður, og tað er ivasamt, um tríggir spælarar eru førir fyri at spæla. Teir eru Andrias H. Eriksen, sum er skaddur í mjødnini, Michal Przybylski, sum er darvaður av skaða í knænum og Hannes Agnarsson, sum er darvaður av vøddaskaða.
Hjá B68 er miðverjin Aidan Liu leikbannaður, og Karstin Clementsen er vøddaskaddur.