B36 fall í óvit tá HB vísti vinnarahugburð

Fótbóltur: Sjáldan hevur vendin verið so knapplig, tá HB vann 4-2 á B36 eftir at hava verið aftanfyri 0-2. At Tomislav Sivic tók seg sjálvan út fekk stóran týdning fyri dystin

Tey bæði grannafeløgini HB og B36 hava spælt nógvar minniligar dystir millum ár og dag, og tann sunnudagin verður eisini ein av teimum, sum fer seint í gloymibókina.

Í stuttum hendi tað, at B36 var á odda 2-0 tíðliga í seinna hálvleiki og sá út til at hava gott tamarhald á støðuni, men teir mistu fullkomiliga takið, tá HB kom sum eitt ódnarveður og at enda vann 4-2.

Spell hjá B36, sum hevði allar møguleikar fyri at ogna sær øll stigini og samstundis vinna ein týdningarmiklan sigur í samlaðu FM-kappingini.

Soleiðis bleiv tað ikki, og uttan at taka nakað frá HB, so var tað mest B36 sjálvum fyri at takka, at tað ikki gekk soleiðis.

Dysturin byrjaði við nógvari ferð, og spælararnir høvdu trupult við at fylgja við. Tað var sera lítið pláss á vøllinum, og hvørki av liðunum megnaði at fullføra tað tætta kombinatiónsspælið nóg væl til, at tú kundi tosa um gott spæl fyrstu løturnar.

Tað vóru menninir í verjuni, sum stóðu sterkastir í myndini ? Arnbjørn Danielsen hjá B36 og Hans á Lag hjá HB (aftur hesaferð spældi hann sum ein landsliðsspælari?) sum teir allarbestu.

Sum fyrri hálvleikur gekk, vann HB sær eina lítla yvirvág á miðvøllinum, tó uttan at kunna skapa nakrar nevniverdar málmøguleikar burturúr. Vandamiklast vóru teir í deyðbóltsstøðunum, sum Jens Erik Rasmussen legði innfyri til teir stóru verjuspælararnar, sum tó ongantíð veruliga fingu sett høvdið á.

Nógv av B36-spælinum gekk gjøgnum venjaran Tomislav Sivic á framrættaða miðvøllinum, men heldur ikki álopsparið hjá teimum fekk serliga nógv at arbeiða við.

Soleiðis gekk, til bert fimm minuttir restaðu av hálvleikinum. HB-verjan var á veg út, men »gloymdi« Jákup á Borg. Bólturin bleiv stungin inn um fløtu verjuna til Jákup, sum úr høgru síðu hegnisliga lyfti upp um Bárð Johannesen til 1-0. Eitt sera vakurt mál, sum kom í júst røttu løtu fyri teir svørt/hvítu.


Eitt heppið mál í part

Eisini í seinna hálvleiki var tað B36, sum kom betri frá byrjan. Fimm minuttir vóru farnir, tá Jákup á Borg setti ferð á dygst úti í vinstra borði. Hann slapp frá Rúna Nolsøe, vendi inn í brotsteigin og skeyt. Eftir eitt sindur av ping-pong royndi Jákup seg aftur. Hesaferð fekk Jákup Eli Olsen fótin á, men sera óheppið fyri hann og HB førdi tað til, at bólturin fór upp um Bárð Johannesen og skrúvaði inn í málið til 2-0. Stórur rómur B36-megin og kvirt HB-megin.

Málið til 2-0 var heppið, men bert fýra minuttir seinni fór eydnan í hin partin, tá HB minkaði. Allan Mørkøre, sum hevði verið rættiliga ósjónligur í fyrra hálvleiki, fekk bóltin úti í høgru síðu. Allan sigur kanska okkurt annað (!), men tað líktist einum innleggi, tá bólturin kom innfyri. B36-málverjin Janos Timar má taka málið á sín rygg, tí hann flutti seg ikki, og so endaði bólturin niðri í vinstra málhorni.

Nú var stutt millum kjansirnar, og bert fimm minuttir eftir málið hjá Allani var tað Jan Guttesen hjá B36, sum eftir frálíkt at hava krúllað seg leysan inni í brotsteiginum lyfti upp um Bárð, men stongin bjargaði fyri HB.

Og bert fýra minuttir seinni kom HB upp á javnt. Aftur hesaferð fekk Allan Mørkøre alt ov gott pláss úti í høgru. Hann legði innfyri til Súna Fríða Johannesen, sum púra óvardur skoraði til 2-2. Stórur rómur HB-megin og kvirt B36-megin.


Magni setti ferð á

Magni á Lakjuni var komin inn fyri Andrew av Fløtum, og tað setti nógv meira ferð á HB-álopini. Bert seks minuttir eftir málið til 2-2 kom HB á odda fyri fyrstu ferð, og eisini hetta málið kom úr høgru síðu. Hesaferð var tað Jóhannis Joensen, ið legði innfyri til Súna Fríða, sum stútaði á tvørstongina og inn.

B36-liðið var skelkað, og sjey minuttir seinni kundi Allan Mørkøre, sum í seinna hálvleiki spældi tað besta higartil í ár ? hann fekk eisini pláss til tað ? bleiv einsamallur við málmanninum eftir ein stikning, og hann rullaði hann inn til 4-2. B36 var sligið, og tað kundi blivið 5-2, men Magni á Lakjuni skeyt við síðuna av, tá eisini hann bleiv leysur við málverjanum.


Útskiftingar vendu dystinum

Í B36 leita tey eftir orsøkum til, hví liðið tveitti eina 2-0 leiðslu fyri borð og at enda tapti so dyggiliga. Størsta orsøkin var, at spælandi venjarin Tomislav Sivic skifti seg sjálvan út stutt eftir málið til 1-2. Eftir tað var eingin at binda saman á miðjuni, tað bleiv alt ov langt fram til áleypararnar (John Petersen var als ikki við í dystinum teir síðstu tjúgu minuttirnar), hóttanin hvarv, og tað var í síðsta enda hetta, sum kostaði teimum sigurin.

Magni á Lakjuni gav HB-álopunum nýtt lív, tá hann kom á vøllin, men tað var fyrst og fremst B36 fyri at takka, at HB vann 4-2. Teir fingu gummibein, tá HB kom upp á javnleik, og so taptu teir, tá avtornaði.

HB eigur rós fyri, at teir ikki góvu upp, tá tað sá svartast út, og í seinna hálvleiki sóu vit nakað av tí, sum gjørdi liðið til føroyameistara í fjør. Vit sóu eisini hvussu stóran týdning tað hevur fyri HB, at Allan Mørkøre spælir væl. Trý tey fyrstu málini komu úr høgru síðu, og tað fjórða skeyt hann sjálvur.

Men fyrst og fremst sóu vit, hvussu skjótt ein dystur kann venda. HB vann, men tað var fyrst og fremst B36, sum tapti.


HB-B36 4-2 (0-1)

0-1: Jákup á Borg

0-2: Sjálvmál

1-2: Allan Mørkøre

2-2: Súni Fríði Johannesen

3-2: Súni Fríði Johannesen

4-2: Allan Mørkøre

HB: Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans Fróði Hansen, Hans á Lag, Jákup Eli Olsen ? Allan Mørkøre, Rúni Nolsøe, Hallur Danielsen, Jens Erik Rasmussen ? Súni Fríði Johannesen, Andrew av Fløtum.

B36: Janos Timar ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen ? Carl Høgnesen, Jan Guttesen, Tomislav Sivic, Ninoslav Milankovic, Øssur Hansen ? John Petersen, Jákup á Borg.