B36 fekk ein skelk

B36 miðvallarin Klæmint Matras ásannar, at teir fyrstu løtuna vóru undir ógvusligum trýsti, men hann heldur, at teir síðani stýrdu spælinum, og at tað var strevið, at tað ikki eydnaðist at fáa triðja málið

B36

B36 og trúføstu floksmenninir vóru í góðum hýri, tá ið tey seint seinnapartin sunnudagin fóru úr Gøtu. 2-1 sigurin bar við sær, at oddasessurin framvegis er hjá B36. Men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa fult í Sarpugerði.
- GÍ legði sera væl fyri. Vit vóru eitt sindur sperdir fyrstu løtuna, men eftir at teir høvdu fingið málið, fótaðu vit okkum, og síðani haldi eg, at vit høvdu takið, sjálvt um vit á ongan hátt megnaðu heilt at seta teir upp á pláss. Tíbetur fingu vit tvey mál, men hóast vit stýrdu, so lúrdi vandin alla tíðina, tí vit megnaðu ikki at skjóta triðja málið og harvið at taka spenningin burtur, ásannar miðvallarstríðsmaðurin Klæmint Matras.
Í B36 fóru teir seint seinnapartin í gjár undir fyrireikingarnar til finaluna, sum verður móti HB leygardagin.
- Hetta er fantastiska spennandi. At tað undan 27. umfarinum eru trý lið, sum kunnu gerast meistarar. Tað er ótrúligt!
Hvat roknar tú við?
- Sjálvandi fara vit eftir sigrinum. Einki annað fer at telja, og eg ivist ikki í, at tað fer at vera rættuliga tætt. Vit hava fyrr í ár spælt 0-0 og 1-1 móti HB. Um tað aftur hesa ferð verður javnt, so bendir alt á, at meistaraskapurin fer at enda á Skála. Tí verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at tørna út í Gundadali, um tað verður javnt, tá ið tað fer at ganga fram móti dystarenda, vísir Klæmint Matras á.