Um B36 skuldi gera sær nakað far um at halda samband við tey fremru liðini í Effodeildini, so var sigurin ímóti FC Suðuroy í Vági eitt krav. B36 var uttan Høgna Eysturoy og Súna Olsen, men við einari øðrvísi uppstilling bar eisini væl til hjá meistarunum, sum tó eina løtu vóru um at gera tað trupult fyri seg sjálvar.
Brotsspark, brotsspark
Dysturin var bara tríggjar minuttir gamal, tá ið B36 fekk brotsspark eftir at bólturin stakk í hondina á einum FC Suðuroy-leikara. Lukasz Cieslewicz, sum misnýtti brotsspar í brotssparkskappingini ímóti Linfield í Champions League, varð settur at skjóta, men aftur hesaferð misnýtti hann. Stanislav Kuzma bjargaði skotinum.
Tað var B36, sum sat á tí mesta og stýrdi dystinum, og tá ið góður hálvur tími var leiktur, fekk B36 aftur brotsspark. Hesaferð varð Atli Danielsen settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið og legði B36 á odda 1-0.
Tá sá alt út til at ganga eftir vild hjá B36, men stutt fyri hálvleik fekk Jákup á Borg beinleiðis reytt kort fyri eina ov harða takkling.
B36 mátti tískil leika restina av dystinum við 10 monnum, men til hálvleiks sluppu teir so við 1-0-leiðslu.
B36 avgjørdi
Í seinna hálvleiki var tað greitt, at FC Suðuroy var meiri ágangandi og trúðu meir upp á egin evni, tá ið teir fóru í álop, men so var tað heldur ikki meiri enn tað. B36 spældi ikki verri, hóast teir vóru í undirtali, og í grundini vóru teir heldur ikki í undirtali so leingi. Poul N. Poulsen hjá FC Suðuroy varð nevniliga eisini útvístur í seinna hálvleiki, tá ið hann fekk sítt seinna gula kort.
B36 sá leingi út til at halda tepru leiðsluna til leiklok, og stutt undan síðsta bríkslið avgjørdu teir eisini dystin. Símun Hansen sendi Lukasz Cieslewicz avstað, og hann sendi bóltin í málið til endaliga úrslitið, sum harvið gjørdist 2-0 til B36.
B36 varðveitir harvið nakað av sambandi við fremra partin av Effodeildini, meðan FC Suðuroy framvegis ikki hevur vunnið ein dyst í 18 royndum og í grundini ikki kemur upp á tal til nakað sum helst í ár.