Í annaðkvøld verður seinnu dystirnir í innleiðandi umfarinum í Europa League. B36, NSÍ og KÍ eru øll í dysti. Í Gundadali kunnu áskoðararnir vænta sær tað, sum tey í árstalsfelagnum kalla fyri B36-fótbólt.
Teir spæla móti Nõmme Kalju úr Eslandi. Í fyrra dystinum var B36 omaná ein løtu, eftir at Patrik Johannesen javnaði fyri árstalsfelagið úr Gundadali. Tað endaði við at Nõmme Kalju vann 2-1, men tað er eitt gott útgangsstøði fyri returdystin hóskvøldið.
Verjukendir í fyrra dystinum
Á A. Le Coq Arena í Tallinn hevði B36 flutt miðverjan og liðskiparan, Odmar Færø, upp á miðjuna. Hetta fyri at verja betri fyri stóru og sterku spælarunum hjá Nõmme Kalju. Nú er líkt til, at B36 verður at síggja í eini meiri framrættaðari spæliskipan.
- Vit valdu at vera varnir í útidystinum. Teir eru stórir og vit vildu verja fyri. Tað gera vit ikki hesaferð. Tað verður meiri B36, sum vit kenna tað, ið vit koma at síggja í Gundadali, sigur Jákup á Borg, venjari hjá B36.
Hann náddi ongantíð at vinna seg víðari í Evropa sum spælari. Nú er málið at klára tað sum venjari. Hann hevur ikki havt bestu kortini á hondini í ár, tá talan er um skaðar. Nógvir spælarar hava sitið uttanfyri, men til dystin hóskvøldið er stríð um fleiri pláss á liðnum.
- Fyrstu ferð síðani eg bleiv venjari, kann eg nú velja millum fleiri spælarar á fleiri plássum. Eg havi onkuntíð ivast í tveimum, men nú ivist eg í heili fýra spælarum, sigur Jákup á Borg.
Hann váttar, at talan er um pláss í miðverjuni, har Odmar Færø skal spæla fyri antin Bjarna Petersen ella Andrias H. Eriksen. Eisini eru bæði Hannes Agnarsson og Christian R. Mouritsen við at verða so klárir, at teir kunnu spæla fullan dystin. Tí eru eisini fleiri um boðið á vengrunum. Høgni Eysturoy og Philip Lund eru ikki við.
Rás2 sigur frá dystunum hjá bæði B36 og NSÍ, umfarmt at fylgja við dystinum í Stokholm, har KÍ spælir.
Europa League:
B36 (1) – (2) Nõmme Kalju (19.00) Beinleiðis á Rás2
NSÍ (1) – (2) Dinamo Minsk (18.30) Beinleiðis á Rás2
AIK Stokholm (0) – (0) KÍ (18.00)