Jens Kristian Hansen, Pól Thorsteinsson, Herbert í Lon Jacobsen og Tróndur Vatnhamar hava verið fastir menn hjá B36. Sunnudagin var eingin teirra við á Toftum, men tað tóktist ikki nerva havnarliðið. B36 skoraði tvey mál miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tað var nóg mikið at vinna sannaførandi sigur.
Fyrra málið áttu heimamenninir við rubb og stubb. Jan C. Dam hevði møguleika at sparka burtur, men tá málverjin kom út ímóti, drálaði veteranurin, bólturin fór inn um teir báðar, og sovorna gávu sigur John Petersen ikki nei til.
Seinna málið var flott einmansavrik hjá John Petersen. Eftir innkast heilt frammarlaga í vinstru, dró landsliðsmaðurin til brotsteigarsamankomingina, áðrenn hann brádliga smekkaði til, og bólturin streyk dygst inn við nærru stólparótini. Einki undarligt var, um málverjin í hesum førinum roknaði við innleggi. Men tað var merkisvert, at John Petersen ótarnaður skuldi megna at draga seg burturúr tronga við trimum reyðum, áðrenn hann smekkaði til.
Plássið at gera burturúr er heilt nógv avmarkað hesa ferð, verður sagt av blaðnum.
Men eingin ivi skal vera um, at B36 hevði fullkomuliga tak á, eftir at teir vóru komnir framum. Fyrstu løtuna eftir málini (inntil Magni á Lakjuni fór skaddur av vøllinum) lógu fleiri mál í luftini. Í 3?4?1?2 uppstilling, har Jákup á Borg var væl upplagdur hangandi álopsmaður, gekk væl at spæla seg ígjøgnum ? serliga í vinstra borði.
Toftamenn vóru væl við fyrstu løtuna, og tað kann altíð gitast um, hvussu tað hevði hilnast, um royndin hjá Fróða Benjaminsen eftir horna úr vinstru, ikki hevði verið bjargað á strikuni. Tá var støðan 0?0. Men eftir tey bæði B36 málini megnaði B68 ikki at hótta. Teir høvdu onga tyngd í borðunum, og miðvallarspælið hevði ongantíð við sær, at álopsmenninir gjørdust leysir av B36 miðverjuni.
Sum seinna umfarið leið, royndi B68 at spenna bogan alt meiri, og í einum settu teir tríggjar frískar menn á vøllin. Men tað var serliga B36, sum fekk møguleikarnar, uttan at teir bóru mál við sær. Tað mundu teir kortini ikki hugsa so nógv um, tá síðsta bríkslið hevði verið. Tí tey trý stigini taldu nógv ? ikki minst seinni á degnum, tá HB bara hevði megnað 0?0 ímóti B71. Onkur B36ari helt fyri, at teir høvdu vunnið fimm stig sunnudagin!
B68: Magnus Poulsen ? Marlon Jorge, Jan C. Dam, Hans Fróði Hansen, Jákup Eli Olsen ? Arnold Joensen, Fróði Benjaminsen, Øssur Hansen, John Heri Dam ? Marcello Marcellino, Súni Fríði Johannesen
B36: René Torgarð ? Fróði Clementsen, Egil Zachariassen, Arnbjørn Danielsen ? Kenneth Jacobsen, Klæmint Matras, Jan Guttesen, Jákup á Borg, Heðin á Lakjuni ? John Petersen, Magni á Lakjuni