Meiri enn aðru hvørja ferð er tað endað við javnleiki, tá ið B36 hevur verið annar parturin. Sunnudagin var tað ikki serliga elegant, men teir í árstalsfelagnum vóru nøgdir við at koma úr Trongisvági við málleysum javnleiki.
B36 hevur ikki tapt fýra tær seinastu ferðirnar. Sigurin í Klaksvík og tríggir javnleikir hava borið við sær, at B36 nú er trý stig frá bronsuplássinum. Á tí plássinum er NSÍ, sum síðsta vikuskifti vann -2-1 á heimavølli ímóti 07Vestur og var einasta liðið, ið ognaði sær fulla úrtøku. Abraham Løkin og hansara menn hava vunnið úrtøku fimm tær seinastu ferðirnar – tvær ferðir hava teir vunnið og tríggjar ferðir er tað endað við javnleiki.
Hjá B36 hevur Lukasz Cieslewicz havt trupulleikar, men tað verður roknað við, at hann aftur hesa ferð verður millum teir fyrstu ellivu. Hjá NSÍ eru allir spælararnir tøkir.
Tá ið liðini higgust í fimta umfari vann NSÍ 1-0 á heimavølli.