B36 hevur verið í øgiliga tungum sjógvi í kvøld. Kortini eydnaðist tað árstalsfelagnum at sleppa úr Fuglafirði við øllum stigunum. Tað vil siga, at fjarstøðan aftur til grannarnar í HB verður í hvussu so er fýra stig, tá ið hetta umfarið verður liðugt, og tá ið tað eru níggju stig eftir at spæla um.
Eftir greiða B36 yvirvág endaði fyrri hálvleikur málleysur. Eftir steðgin legði ÍF sera bragdliga fyri, og tá ið Clayton Soares við høvdinum hevði sent ÍF framum, var B36 øgiliga pressað, og tað vóru ÍF møguleikar at økja um leiðsluna.
So varð Árni G. Nielsen skiftur inn, og hann átti avgerandi leiklut. Árni javnaði til 1-1, og hann skoraði sigursmálið, sum ber við sær, at B36 framvegis er fýra stig frammanfyri avbjóðaran.
HB megnar framvegis at halda tørn. Í kvøld tryggjaði HB sær trý stig í Gundadali ímóti Víkingi, sum tapti fyri fyrstu ferð síðani síðst í mai mánað. Fróiði Benjaminsen umsetti brotsspark til sigursmálið, tá ið tað restaði eitt stórt korter.
Serliga í 2. hálvleiki vóru heimamenninir sera raskir. Tað sær út til, at HB fer heilt fram til kappingarlok fer at gera sítt fyri at varðveita møguleikan av endurvinna FM heitið.
NSÍ vann 2-0 við Margáir. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at NSÍ vann ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu. Sigurin ber við sær, at NSÍ nú er ájavnt við EB/Streym í kappingini um fjórða plássið og harvið atgongumerkini til europeisku kappingina næsta summar.
KÍ styrkti um sína støðu við trivaligum 3-0 heimasigri ímóti Skála, sum nú er flutt niður í 1. deild. Stóri maðurin var Páll A. Klettskarð, sum skoraðil øll trý KÍ málini.
AB vann 2-1 á Svangaskarði ímóti B68. Úrslitið ber við sær, at argjamenn nú hava bjargað sær plássið í bestu deildini, og at toftamenn flyta niður í næstbestu deildina.
LIÐUGT
1-2
3 minuttir lagdir aftrat.
87) 1-2
ÍF leggur nógv fyri í royndini at javna. Bartal Eliassen er fluttur fram í álopið, og harvið eru spentar støður í báðum endum.
Símun Joensen er innskiftur á B36 liðið í staðin fyri Klæmint Matras.
84) 1-2: Árni G. Nielsen 84.
So er B36 frammanfyri. Eftir fínt og hugflogsríkt uppspælt var tað enn eina ferð innskifti Árni G. Nielsen, sum skoraði og harvið legði B36 framum.
75) 1-1
ÍF pressar, og eftir deyðbóltsstøður er tað vandamikið frammanfyri B36 málið. Eftir horna úr vinstru frá Leivi Joensen bjargaði B36 til nýtt horna, og eftir nýtt horna endaði tað við langskoti og málsparki.
Alex Mellemgaard hjá B36 hevur sæð gult.
Benjamin Heinesen er komin inn á B36 liðið.
73) 1-1: Árni G. Nielsen
So hevur B36 javnað. Málskjútti var innskifti Árni G. Nielsen, sum setti bóltin í málið, eftir at Jákup Mikkelsen í fyrstu atløgu hálvbjargaði, eftir at Lawal hevði roynt seg.
70) 1-0
Árni G. Nielsen hjá B36 er komin á vøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson.
B36 hevur síðstu løtuna havt tvey skot, men í báðum førum er bólturin farin framvið málinum.
65) 1-0
ÍF hevur havt góðan møguleika at økja um leiðsluna. Heimaliðið vísir framúr hugburð, og harvið er toppliðið í trongum skóm.
Áki Petersen avloysir Boga Løkin hjá ÍF.
55) 0-0
Ari Ó. Ellingsgaard hjá ÍF hevur sæð gula kortið.
50) 1-0: Clayton Soares
ÍF hevur lagt seg framum. Fyrstu løtuna eftir steðgin hava fuglfirðingar verið greitt omaná, og nú eru teir á odda. Eftir innlegg frá Dánjali á Lakjuni smekkaði Clayton Soares við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen. Stórur skelkur fyri B36, sum í 1. hálvleiki var greitt omaná.
Í løtuni er nógvur vindur í Fløtugerði.
HÁLVLEIKUR
0-0
40) 0-0
Nú er turt og klárt aftur í Fuglafirði. Tað er ikki frítt, at tað er hvítt á vøllinum, men sum tað nú sær út, so eru líkindi at spæla.
35) 0-0
Nú oysregnar tað, og vindurin darvar eisini. Toran hevur gingið í eina løtu, og áskoðararnir eru flýddir. Tað er longu farið at skýma. Samanspælið hjá B36 er betri, enn tað er hjá ÍF, men fuglfirðingar svara fleiri ferðir væl aftur.
Bartal Eliassen hevur sæð gult.
25) 0-0
ÍF hevur fótað sær betri, og harvið gongur tað meiri javnt á. Síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Tað er ikki frítt, at vindurin argar.
15) 0-0
B36 hevur greiða yvirvág. Vongverjarnir báðir eru sera framrættaðir, men enn er tað málleyst, og síðstu løtuna hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.´
5) 0-0
B36 var tætt við, tá ið Alex Mellemgaard legði fríspark innfyri.
Lagt verður fyri við tøgn í ein minutt at minnast Gunnar Zachariassen,EB/Streyma spælaran, sum doyði í vanlukku í síðstu viku.
Hjá B36 snýr tað seg um at vinna fulla úrtøku og harvið halda tørn um fýra stiga leiðsluna og kanska at økja um hana, um úrslitið í Gundadali lagar seg B36 til vildar, tá ið HB fær vitjan av Víkingi.
ÍF fekk við sigri í 23. umfari aftur møguleika at vera við í kappingini um fjórða plássið. Um tann møguleikin skal verða varðveittur, so er neyðugt at vinna fulla úrtøku ímóti B36.
Í Fuglafirði er turt. Hann er beinur sunnan, og vindurin er 8-16 metrar um sekundið.
ÍF-B36 kl. 17.00
Dómari: Dagfinn Forná
ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Heri Nesá, Nenad Saric – Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen - Dánjal á Lakjuni, Clayton Soares, Bogi Løkin
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Andrias Eriksen, Odmar Færø, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras, Lukasz Cieslewicz– Jákup á Borg, Adeshina Lawal, Hanus Thorleifsson
-----
LIÐUGT
2-1
Støðan var spent eftir Víkinga horna og innfyri aftur, men tað endaði við, at bólturin fór væl omanfyri HB málið.
HB hevur havt risa møguleika at økja um leiðsluna, men Geza Turi bjargaði, tá ið René S. Joensen royndi seg úr góðari støðu.
90) 2-1
85) 2-1
HB spælararnir eru sera væl upplagdir. Í løtuni er tað meiri, sum bendir á tvey mála HB leiðslu, enn tað bendir á, at Víkingur skal javna.
80) 2-1
Andreas Lava Olsen er komin á vøllin í staðin fyri Philip Djordjevic.
77) 2-1
HB er omaná. Eftir horna hevur Jóan Símun Edmundsson havt risa møguleika at økja um leiðsluna, men bólturin fór við síðuna av. Tróndur Jensen er komin á vøllin í staðin fyri Jóhan Troest Davidsen. Fróði Benjaminsen er fluttur aftur í miðverjuna.
73) 2-1
Tað oysregnar í Gundadali. René S. Joensen er komin á vøllin í staðin fyri Jógvan Róa Davidsen hjá HB.
70) 2-1: Fróði Benjaminsen br 70.
So er HB aftur á odda. Fróði Benjaminsen hevur umsett brotsspark til mál. Atli Gregersen steðgaði Kristini R. Mouritsen, sum var í gjøgnumbroti, og dómarin metti, at talan var um brotsspark.
60) 1-1: Finnur Justinussen 55.
Bara ein minutt eftir at HB hevði lagt seg framum javnaði Víkingur. Uppspælið var fínt, og innskifti Heðin Hansen átti næstsíðsta fótin á, tá ið hann spældi Finn Justinussen leysan, og Víkinga toppskjúttin sveik ikki álitið.
54) Kristin R. Mouritsen 53.
Við framúr skoti úr vinstru potaði Kristin R. Mouritsen bóltin upp í handara málhornið. Í løtuni er stórur spenningur um FM heitið!
48) 0-0
Hans Jørgen Djurhuus er ikki komin á vøllin eftir steðgin. Heðin Hansen hevur loyst av.
HÁLVLEIKUR
0-0
Dygst undan steðginum hevði Víkingur góða roynd, sum fór dygst framvið.
45) 0-0
Tað gongur framvegis javnt á, og síðstu løtuna hava tað ikki verið upplagdir møguleikar.
Einki verður sagt í Gundadali um, at ÍF er komið framum ímóti B36.
35) 0-0
Hans Jørgen Djurhuus hevur sæð gula kortið.
33) 0-0
HB uppspælið er ikki so sannførandi. Víkingarnir pressa mótstøðumenninar, og tá ið HB spælararnir gera mistøk, so verður tað beinanvegin vandamikið.
30) 0-0
Víkingur er omaná. Súni Olsen hevur havt tvey góð skot, men Teitur M. Gestsson hevur bjargað væl.
25) 0-0
Kristin R. Mouritsen hjá HB hevur havt fína skotroynd, men Geza Turi bjargaði til horna. Kristin er væl upplagdur, og tað smittar á hinar HB spælararnar.
20) 0-0
Víkingur hevur orduliga ment seg. Gestirnir hava tiltuskað sær leikliga yvirvág. Hjá HB er lítil broddur í álopspartinum.
10) 0-0
Víkingur hevur nú fleiri ferðir verið framvið, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdan málmøguleika.
5) 0-0
HB hevur lagt bragdligari fyri. Tað kennist sum um, at Víkingur hevur hug at leggja stóran dent á verjupartin hesa fyrstu løtuna.
Líkindini at spæla fótbólt eru góð í Gundadali.
HB-Víkingur kl. 17.30
Dómari: Eiler Rasmussen
HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (René S. Joensen, 84.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Alex José dos Santos – Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal (Pál Mohr Joensen, 51.) - Kristin R. Mouritsen, Andrew av Fløtum (Jóan Símun Edmundsson
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus – Philip Djordjevic, Finnur Justinussen,
------
85) 0-2: Árni Frederiksberg
Tað letur til, at NSÍ í kvøld fer at vinna á einum av fremru liðunum. Nú er støðan 2-0 við Margáir. Hesa ferð var tað vandamikli síðuspælarin Árni Frederiksberg, sum skoraði, og sum harvið styrkti um støðuna hjá NSÍ í kappingini um fjórða plássið.
0-1: Einar Tróndargjógv 21.
Við skoti av brotsteigarmarkinum hevur vinstri vongverjin hjá NSÍ skorað.
Tað gongur javnt á. NSÍ hevur bóltin meiri, men EB/Streymur er støðugt vandamikið í skjótum mótálopum.
10) 0-0
EB/Streymur hevur havt tvær royndir – Arnbjørn Hansen og Jónas Tór Næs – og NSÍ hevur havt eina roynd, men enn hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar.
1) 0-0
Lagt verður fyri við tøgn í ein minutt at minnast EB/Streyma spælaran Gunnar Zachariassen, sum doyði í vanlukku í síðstu viku.
EB/Streymur-NSÍ kl. 17.30
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi Egilstoft Nielsen – Niels Pauli Danielsen, Arnar Dam, Brian Olsen – Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Monrad Holm Jakobsen, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Haraldur R. Højgaard , Pól Jóhannus Justinussen – Klæmint A. Olsen
------
LIÐUGT
3-0
80) 3-0
Innskifti Álvur F. Christiansen hevur havt bóltin á stólpanum aftanfyri Skála málverjan.
70) 3-0
KÍ er á veg ímóti trivaligum sigri.
48) 3-0: Páll A. Klettskarð
So hevur KÍ liðformaðurin gjørt hattrikk, og í løtuni er spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin verður.
HÁLVLEIKUR
2-0
45) 2-0: Páll A. Klettskarð 45.
KÍ og Páll A. Klettskarð tykjast hava fingið luft undir veingirnar. Nú hevur hann skorað fyri aðru ferð í kvøld. Eftir innlegg úr vinstru setti Páll A. Klettskarð innaru síðuna á, og so er 2-0.
20) 1-0
Tað er sera undirhaldandi í Klaksvík. Síðstu løtuna hava báðir partar havt góðan møguleika. Hjá Skála var Keita um reppið at javna, og lítla løtu seinni brast bólturin í stólpan, tá ið Páll A. Klettskarði royndi seg.
10) 1-0
KÍ hevur longu havt fimm hornaspørk, og í fleiri støðum hevur verið tætt við, at heimaliðið hevur økt um leiðsluna.
5) 1-0: Páll A. Klettskarð 3.
KÍ hevur lagt bragdliga fyri. Longu í 3. minutti skoraði Páll A. Klettskarð eftir horna.
Heðin á Lakjuni fekk undan dystarbyrjan blómutyssi fyri at hava spælt 400 dystir.
Lagt verður fyri við tøgn í ein minutt at minnast Gunnar Zachariassen,EB/Streyma spælaran, sum doyði í vanlukku í síðstu viku.
Líkindini at spæla fótbólt eru ikki so galin í Klaksvík, hóast tað í løtum er fitt av vindi. Hann er landsynningur í ættini, tað er turt, og hitastigini eru níggju.
Uttan mun til hvussu úrslitið verður í kvøld, so er sannlíkið stórt fyri, at tað í kvøld verður greitt, at steðgurin hjá Skála í fremstu røð í hesum umfarinum bara varð eitt ár.
KÍ stríðist fyri at vinna seg fram á fjórða plássið og harvið rættin til altjóða luttøku næsta summar. Eftir 1-0 tapið og vónbrotið á Toftum fyri stórari viku síðani, snýr tað seg um at vinna ímóti Skála, sum undan summarsteðginum vann heimadystin ímóti klaksvíkingum 2-0.
KÍ-Skála kl. 17.00
Dómari: Kári J. á Høvdanum
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Heðin á Lakjuni – Ndende Adama Guéye, Ivan Joensen, Hjalgrím Elttør – Henry Heinesen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein
Skála: Suni Ernstsson - Karstin Justesen, Andras Frederiksberg, Petur Pauli Mikkelsen, Holgar Durhuus - Símun Petur Poulsen, Pauli G. Hansen, Ólavur Mikkelsen, Uni Jacobsen - Keita, Brian Jakobsen
-----
85) 1-2: Jóhan Dávur Højgaard
Jóhan Dávur Højgaard hevur minkað um munin fyri B68 við beinleiðis frísparki.
65) 0-2: Dmitrije Jankovic br
35) 0-1: Dan í Soylu
AB hevur lagt seg framum í botnuppgerðini á Svangaskarði.
25) 0-0
Líkindini eru skiftandi á Svangaskarði, har tað í løtum eru sera grovir ælingar.
B68-AB kl. 17.30
Dómari: Ransin N. Djurhuus