B36 hevur fatur í langa endanum

Eftir fyrra hálvleik er tað framvegis málleyst í avgerandi dystinum um pláss í Europa

Teir eru farnir at hvíla seg í góðveðrinum við Løkina í Runavík, har NSÍ og B36 spæla síðsta dystin í ársins landskapping. Tað verður spælt um pláss í Europa, og eftir fyrra hálvleik er tað framvegis málleyst. Harvið er tað B36, sum hevur fatur í europeiska atgongumerkinum, tí tað er nóg mikið við javnleiki hjá B36 at vinna fjórða plássið.

Talan hevur verið um rættiliga taman fyrra hálvleik, og talan hevur ikki verið um heilt upplagdar málmøguleikar.

NSÍ hevur vunnið fýra hornaspørk, og B36 hevur vunnið eitt hornaspark. Tveir spælarar í NSÍ – Aron Knudsen og Jákup Jakobsen – hava sæð gula kortið. Eingin B36 spælari hevur sæð gula kortið.

NSÍ – B36 (0-0) kl. 16.00

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

NSÍ: Karstin Hansen – Pætur Hentze, Jákup Jakobsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Jacob Trenskow, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes – Aron Knudsen, Klæmint A. Olsen  

Gult kort: Aron Knudsen, Jákup Jakobsen

Venjari: Bill Jacobsen 

B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lukas S. Enevoldsen (Bjarni Petersen), Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane – Hannes Agnarsson, Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen – Uros Stojanov

Gult kort: Magnus Holm Jacobsen

Venjari: Dan Brimsvík