B36 hevur ikki skorað móti HB í sjey teimum seinastu dystunum

HB hevur framúr góð hagtøl móti B36

Klokkan 17 í dag verður slagið um Havnina á ovara vølli í Gundadali, tá HB í dysti á ovara vølli í Gundadali tekur móti B36.

 

Veddingarfyritøkurnar hella til ein HB sigur, men hyggja vit eftir hagtølunum millum HB og B36 er HB greitt omaná.

 

Í teimum seinastu 20 dystunum móti B36 í bestu deildini og í steypakappingini hevur HB vunnið 13 dystir, seks eru endaðir javnir, og B36 hevur bert vunnið ein dyst.

 

B36 hevur ikki vunnið ein kappingardyst móti HB síðani 7. apríl í 2019. Tá vann B36 2-1 á HB.

 

B36 hevur ikki skorað móti HB í sjey teimum seinastu dystunum, har B36 hevur tapt seks dystir og bert leikt ein javnan. 

 

Seinast B36 skoraði móti HB var 2. oktober í 2021. Tá vann HB 4-2 á B36.

 

Her er yvirlitið við 20 teimum seinastu innanhýsis dystunum millum HB og B36 við oddsunum, ið vóru latin til dystirnar:

 

##med2##