B36 hevur ikki slept endanum

Kabalin, sum teir í árstalsfelagnum vóna fer at ganga upp í morgin, er, at teir fara at vinna í Runavík, og at B68 ikki vinnur í Gundadali

UPPTAKT

Eftir vónbrotið á Svangaskarði mánakvøldið halda teir í NSÍ seg at vera klárar at taka ímóti B36. Ian Højgaard stóð uttanfyri og fylgdi við mánakvøldið. Hann var bæði leikbannaður og skaddur. Nú er hann leysur av leikbanninum, og hann hevur verið førur fyri at venja, men hóskvøldið fekk hann ein snudd, sum í gjár kanska tóktist skula hava við sær, at hann ikki verður førur fyri at spæla í morgin. Men hann vónaði tað besta. Undir øllum umstøðum varð hann saknaður á NSÍ miðvøllinum ímóti B68.
? Teir spældu betri, men tá ið vit nú hava hugt at upptøkuni, so sæst at vit høvdu fleiri upplagdar málmøguleikar, enn teir høvdu, staðfestir Ian Højgaard.
Rokna tit framvegis við møguleikanum at vinna FM?
? Vit megna tað ikki einsamallir. Men tað ræður um at gera sítt, so vit einki fara at hava at iðra okkum um, um liðini frammanfyri okkum kiksa. Í fyrsta lagið spæla vit fyri at sleppa við í altjóða fótbólt næsta ár. Um vit vinna á B36, so økist tann møguleikin sjálvandi, og um dysturin í Gundadali í morgin fer at enda við javnleiki, so verður munurin fram til toppin bara tvey stig ? um vit altso sjálvir megna at vinna ímóti B36. B68 skal spæla ímóti GÍ og VB, og HB skal spæla ímóti B36 og KÍ. Tað kundi meiri enn so komið fyri, at oddaliðini fara at missa okkurt stigið í teimum dystunum, heldur ? ella kanska meiri vónar Ian Højgaard.
NSÍ fekk fýra gul kort ímóti B68, men tað er bara miðvallarin Kári Hansen, sum er leikbannaður. Mest nærliggjandi kundi tað tykst, at Ian Højgaard fer at yvirtaka plássið hjá leikbannaða manninum, men við NSÍ avrikinum á Svangaskarði í huga, so er tað ikki óhugsandi, at venjarin fer at gera onkrar broytingar í uppstillingini. Her verður serliga hugsað um miðvøllin.

Mugu fáa fatur á endanum
Í B36 rokna teir framvegis møguleikan fyri at vinna FM og harvið the double at vera rættuliga realistiskan.
? Vit kunnu ikki fara til Runavíkar eftir øðrum enn øllum trimum stigunum. Skulu vit hugsa um FM heitið, so mugu vit vinna ímóti NSÍ. Optimala støðan aftaná 6. umfarið í morgin verður tann, at vit hava vunnið á NSÍ, og at dysturin í Gundadali ímillum HB og B68 er endaður við javnleiki. At tað fer at enda javnt í Gundadali tykist rættuliga sannlíkt, heldur Jákup á Borg, og hann heldur fram:
? Um vit vinna á NSÍ, so bilar tað ikki, um HB vinnur á B68. Vit skulu spæla ímóti HB næsta sunnudag, og tá fara vit við sigri á teimum at hava møguleikan at leggja okkum á odda undan síðsta umfarinum í landskappingini. Men tað er framvegis treytað av, at úrslitini í morgin verða okkum til vildar, staðfestir Jákup á Borg, sum síðsta sunnudag ímóti FS Vágum var sera væl upplagdur á B36 liðnum.
Pól Thorsteinsson var als ikki við ímóti FS Vágum. Hann hevur í summar verið plágaður av trupulleikum við hælsinuni. Hetta er trupulleiki sum ikki bara soleiðis hvørvur. Pól vandi mikukvøldið, og í B36 verður vónað, at hann verður við ímóti gomlu liðfeløgunum í NSÍ.
John Petersen fór tíðliga í 2. hálvleiki av vøllinum ímóti FS Vágum. Hann hevði smávegis trupulleikar í lærkrikanum. John hevði undan í gjárkvøldinum ikki verið til venjingar í hesi vikuni, men tað varð í gjár roknað við, at hann fer at spæla í morgin.
Kenneth Jacobsen fekk gult kort ímóti FS Vágum, og hann verður leikbannaður ímóti NSÍ. Á heimavølli vann B36 2?0 á NSÍ í sjeynda umfarinum.