Einki er at ivast í, at tað tók fast hjá B36, at teir um vikuskiftið taptu 2-0 fyri GÍ.
Fyrst og fremst, tí seinasti møguleikin at vinna seg heilt fram í oddin ivaleyst fór við hesum, men eisini tí tey í árstalsfelagnum hildu seg verða snýtt, tá dómarin fyrst dømdi brotsspark og síðani rak B36-málverjan av vøllinum, tá ikki meira enn lítið korter var farið av dystinum.
Hetta seinasta hevur nú eisini viðført, at B36 fer at kæra um reyða kortið, sum málverjin fekk.
Kristian á Neystabø, formaður í B36, váttar, at teir hava sent kæru inn, men hann undirstrikar, at teir ikki ætla at broyta nakað um úrslitið av dystinum, men at teir einans vilja hava leikbannið hjá málverjanum strikað.
- Formaðurin í kappingarnevndini hevur áður reist spurningin um at nýta video-upptøkur. Tí hava vit eina vón um, at kæran kann geva úrslit. Videoupptøkurnar sýna heilt greitt, at talan var ikki um brotsspark, og hóast dómarin dømir, so eigur talan heldur ikki at vera um reytt kort. Hetta tí álopsleikarin ikki hevði beina kós móti málinum. Tí vilja vit hava, at málverjin hjá okkum skal reinsast, sigur B36-formaðurin.
-jm