B36 gongur leiðir, sum ikki hava verið vanligar, nú teir skulu finna ein nýggjan venjara fyri Tomislav Sivic. Í vikuskiftinum hava teir havt vitjan av einum 51 ára gomlum eysturríkara, sum eitur Adi Pinter. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari, m.a. vandi hann fyri nøkrum árum síðani franska stórfelagið Olympic Marseille. Venjarin kom til Føroya fríggjadagin, og longu í gjáramorgunin fór hann avstað aftur.
Leygardagin vóru nógv B36 viðhaldsfólk í Gundadali og fylgdu venjingini, sum fremmandi maðurin hevði saman við 1. deildarhópinum.
? Vit leggja stóran dent á, at nýggi venjarin gongur inn fyri framrættaða spælistílinum, sum vit í níti árunum hava uppbygt. Eysturríkarin er nú farin avstað aftur, og seinni fáa vit ein svenskara, sum skal hyggja at umstøðunum og venja saman við spælarunum, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36
Nýggjar tíðir
Í B36 rokna teir við, at venjaraspurningurin verður avgreiddur um mánaðarskiftið, og teir undirstrika, at tað er ikki avgjørt, at talan verður um ein útlending:
? Fyrr var tað soleiðis, at tú setti ein venjara, og so var tað hann, sum út frá sínum fyritreytum legði til rættis. Nú verður nógv gjørt við at kanna typurnar, áðrenn starvssetingar koma uppá tal. Tað er lætt og skjótt at ferðast, og vit halda, at tað er skilabetri, at evni til venjarastarvið, sum vit ikki kenna, koma henda vegin, í staðin fyri at vit fara út um landoddarnar at kanna teir, sigur Kristjan á Neystabø.
B36 formaðurin kvígir ikki fyri, at teir um tvær ella tríggjar vikur fara at sita við svarta Peri.
? Tað er ein rúgva av venjarum á marknaðinum. Men tað ger ikki uppgávuna lættari, tí tú skalt velja tann, sum hóskar best til tín spælistíl og tínar spælarar, og tað er sera týdningarmikið, at tað kanningar? og útveljingararbeiðið verður gjørt nágreiniliga og væl.
Spælarnir
Í B36 ásanna teir, at tað sær út til, at Arnbjørn Danielsen og Øssur Hansen eru á veg inn aftur á Toftir, og samstundis frøðast teir um, at tað hevur eydnast teimum at fáa Magna á Lakjuni aftur í felagið.
? Vit rokna við tilgongd frá okkara egnu, og tað er framvegis møguleiki fyri, at vit fara at fáa tilgongd onkra aðra staðni frá í Føroyum, men so skal talan vera um royndan spælara, ið kann styrkja um liðið. At fáa onkran spælara úr útlandinum er síðsti møguleikin, og um hann kemur uppá tal, so skal hann kannast og umhugsast væl. Tíbetur høvdu vit eina royndartíð uppá 30 dagar, tá vit í summar fingu málverjan úr Ungarn, sigur Kristjan á Neystabø.
Vit skilja á lagnum, at tað er sannlíkt, at jugoslavin Ninoslav Milenkovic, ikki kemur aftur til B36, men hetta hava vit ikki fingið váttað.