Kvinnurnar hjá B36 framdu eina minni sensasjón á ovara vølli í Gundadali í dag, tá tær vunnu grannauppgerðina ímóti HB, ið er mett at verða millum liðini sum hava góðan møguleika at vinna FM í Betrideildini í ár.
Emma Hansdóttir legði B36 á odda tá bert fýra minuttir vóru farnir av dystinum. Bert fimm minuttir seinni javnaði Heidi Sevdal til 1-1. Sigursmálið skoraði Sarita Maria Mittfoss miðskeiðis í fyrra hálvleiki.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr landsliðsmálverjan, Jónu Nicolajsen greiða frá tí fyrsta sigrinum hjá B36 móti HB í longri tíð. Fremst í ljóðbrotinum hoyrast B36-kvinnurnar fegnast um sigurin.
Í samrøðuni verður eisini umrøtt hvussu keðiligt tað er fyri Betrideildina, at tað eru fimm lið og ikki seks lið í deildini, og fleiri vikuskifti eru har eitt lið má sita yvir.