B36 Í TUNGUM SJÓGVI
Hvør verður meistari. Sum altíð varð spurt soleiðis undan kappingarbyrjan, og tað var breið undirtøka fyri, at B36 var størsti favoritturin. Tað var ikki so undarligt, tí B36 eigur fleiri landsliðsspælarar, enn nakað annað lið, og tað kappast fleiri um plássini á besta liðnum, enn tað gera í nøkrum øðrum felag.
Ein sættingur av kappingini er farin, og tað kann framvegis væl vera, at B36 5. oktober fer at standa við gullkrónunum, tá ið teir hava spælt síðsta dystin á útivølli ímóti GÍ. Men í løtuni er tað lítið, sum bendir á, at tað fer at verða soleiðis. B36 hevur spælt tríggjar landskappingardystir, og teir hava bara fingið stig í málleysu uppgerðini í Vági. Tað var í fyrsta umfarinum, og úrslitið varð ikki mett at vera so galið. Síðani hava teir tapt 3?1 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og hósdagin taptu teir 1?0 á Toftum. B36 er næstaftast. Tað er bara Skála, sum hevur fingið færri stig, so talan verður um sanna botnuppgerð, tá ið B36 mánakvøldið fer inn á Skála!
Tað mundi neyvan nakar óðrað, tá ið B36 í morgin fyri tveimum vikum síðani í Klaksvík klæddi KÍ av 7?1 í seinnu hálvfinaluni.
Dygdirnar koma ikki til sín rætt
Í fótbóltsprátinum kring landið verður B36 snarað og vent, og áskoðanirnar um, hví tað higartil hevur gingið av skriðuni, eru ivaleyst fleiri. Avrikið á Toftum vísti, at B36 á ongan hátt megnar at fáa nyttu burturúr tilfeinginum, sum teir hava, og í hvussu so er tveir trupulleikar eru rættuliga eyðsýndir.
Annar trupulleikin er, at liðið ikki megnar at fáa glið á framrættaða miðvallarpartin. Á Toftum vóru Julian Johnsson, Klæmint Matras og Sverrir Kjærbo á miðvøllinum. Julian og Klæmint eru stríðsmenn, sum kunnu renna sólina svarta, men teir eru ikki spælstýrarar. Sverrir Kjærbo tykist hava dygdir, sum eru neyðugar hjá teimum, sum skulu stýra spælinum. Men hann er nýggjur á stjørnuklædda liðnum, og tí kann tað ikki roknast við, at hann beinanvegin megnar at vísa tyngdina og myndugleikan, sum skal til, tá ið taktstokkurin skal svingast.
Tað eru fleiri fínir framrættaðir miðvallarspælarar á B36 liðnum, men teir eru ikki á miðvøllinum. Her verður hugsað um John Petersen, sum so ofta hevur verið sentrali miðvallarin á landsliðnum, um Jens Kristian Hansen, sum eftir drúgvan skaðasteðg var við aftur á Toftum, og Pól Thorsteinsson. Teir hava báðir áður víst seg at hava dygdirnar, sum B36 liðið á Toftum skríggjaði eftir.
Hin trupulleikin er, at spælið er lagt soleiðis til rættis, at tað ikki ber til hjá fleiri av teimum, ið áður hava verið eyðsýndir, at koma til sín rætt. Á Svangaskarði var B36 í 4?3?3 útgangsstøðu. Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni vóru frammi í hvør sínum borði. Oftast noyddust viðspælararnir at spæla í føturnar á teimum, tá ið teir høvdu ryggin ímóti mótstøðumálinum, og so var tað ? serliga hjá Heðini ? torført at sleppa víðari. Á landsliðnum er Jákup á Borg ytsti miðvallarin í 4?4?2 skipan, og tað er eisini í hesi spælskipanini, at Heðin á Lakjuni í vinstra borði hevur víst sínar størstu dygdir. Dygdin hjá skjótu monnunum er, tá ið tað verður spælt í tómu økini aftanfyri verjuspælararnar. Tað bar ongantíð til sunnudagin á Svangaskarði.
Fólkið
Tá ið B36 tey seinastu árini hevur verið upp á tað besta, hevur tað millum annað verið við skjótum fyrstu ferð sendingum, har John Petersen og Jákup á Borg hava verið í miðdeplinum. Einki var at síggja til hetta á Svangaskarði, og manningarligu broytingarnar hesa seinastu tíðina hava ikki styrkt um fyritreytirnar fyri sovornum spæli. Sammett við í fjør eru bóllttryggir spælarar sum Egil á Bø, Magni á Lakjuni og Arnbjørn Danielsen burtur. Heðin á Lakjuni, Allan Mørkøre og Sonny Johansen eru komnir afturat, men teir hava skarað framúr við øðrum dygdum enn hesum.
Á Svangaskarði bar ikki til at síggja, hvørjar dygdir Rúni Elttør skal veita B36 liðnum. Í hvussu so er ikki, tá ið havt verður í huga, at tveir og kanska tríggir av ungu B36 monnunum, sum eru uppvaksnir í felagnum, sótu uttanfyri. Her verður hugsað um Fróða Clementsen og Kenneth Jacobsen og eisini Niels Joensen, sum hevur verið nógv skaddur. Heini í Skorini er eisini skaddur. Niels og Heini høvdu ? um teir vóru væl fyri ? verið upplagdir kandidatar at roynt á miðvøllinum í núverandi støðuni, og tað hevði heilt víst verið eina roynd vert at flutt Pól ella Jens Kristian fram á viðvøllin og framvegis havt Fróða Clementsen í miðverjuni.
Avrikið á Toftum vísti favorittlið, sum er tyngt av sær sjálvum. Spælskipanin var ikki uppløgd, leiklutirnir hjá spælarunum vóru neyvan optimalir, og einki er at ivast í, at sjálvsálitið fer at verða drenað úr einstøku spælarunum og liðnum, um gongdin framvegis fer at verða tann, sum hon hevur verið higartil.
Eftir túrin á Skála verður friður í landskappingini í tvær vikur. Tað verður nógv at arbeiða við venjingarkvøldini. Trupulleikin er bara, at B36 eigur fýra spælarar, sum fara at brúka tíð upp á landsliðið. Ímóti Íslandi og Týsklandi fæst at síggja, um teir líkjast meiri sær sjálvum sammett við undanfarin ár, enn teir og B36 hava víst higartil í landskappingini. Um teir ikki fara at gera tað, so fer tað heilt víst eisini at ganga út yvir avrikini og harvið úrslitini hjá landsliðnum.