TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg sum upplivdi B36 frá einari góðari og einari ringari síðu í Hólmanum á Eiði í dag.
Jákup á Borg fegnast um fyrra hálvleik, har B36 spældi væl og var á odda 1-0. Hann heldur, at B36 hevði nóg nógvar málmøguleikar til at verið á odda 4-0 í steðginum.
Men Jákup á Borg er alt annað enn nøgdur við seinna hálvleik, har B36 ikki ruddar burtur tá Rógvi Egilstoft Nielsen javnar til 1-1, og B36-arnir gera eitt býtt fríspark sum førir til 2-1 leiðslumálið hjá EB/Streymi.
Liðið má verja betur framyvir, slær Jákup á Borg fast við sjeytummaseymi.
Samrøðan Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham kann hoyrast HER