Aftur í ár fer B36 at selja heimablusurnar, sum Effo-liðið nýtti, tá teir megnaðu at endurvinna FM-heitið í fótbólti.
Í ár verður peningurin býttur 50/50 millum ungdómsdeildina hjá B36 og hjálparfelagsskapin Í Menniskjum Góður Tokki.
Til mánakvøldið 16. novembur klokkan 22.00 ber til at bjóða upp á blusurnar. Minsta boð er 500 krónur. Fyri at bjóða, skalt tú senda eini boð til hallo(at)hallo.fo ella senda eitt sms ella ringja á telefon 518500. Fólk mugu minnast til at siga, hvørja troyggju tey bjóða upp á, eins og at upplýsa navn, nummar og bústað, siga tey í B36.
Onkur boð er longu komin, tað sæst á heimasíðuni hjá B36. Ikki heilt óvæntað eru tað troyggjurnar hjá liðskiparanum Jákupi á Borg og áleyparan Lukasz Cieslewicz, ið hægstu boðini eru løgd inn