Fyrsta settið í stríðnum um høvuðsstaðin verður í Gundadali fríggjakvøldið. Tvey stig eru millum HB, ið er á øðrum plássi, og B36 sum er á triðja plássi. Gongdin seinastu vikurnar boðar frá, at HB er á aldukambinum, meðan meistararnir í B36 hava rættuliga ilt við at finna stevið, sum í fjør bar so glæsilig úrslit við sær.
Tað er rár hending, at B36 burtur úr trimum heimadystum á rað bara vinnur eitt stig. Soleiðis hevur tað verið seinastu vikurnar. Teir í árstalsfelagnum hava havt bóltin nógv, men málmøguleikarnir hava verið fáir, úrtøkan hevur verið ógvuliga lítil, og nú eru fleiri spælarar skaddir.
– Vit hava fokus á framrættaða partinum og arbeiða við at verða betri til at spæla okkum ígjøgnum í síðunum og at fáa meiri burtur úr innleggunum. Vit mugu ásanna, at lyklaspælarar ikki hava havt tað yvirskotið í ár, sum var at síggja í fjør, og tað hevur sæst aftur, staðfestir Atli Danielsen, sum seinastu ferðirnar hevur verið í miðverjuni.
Høgni Eysturoy er vøddaskaddur, og hann verður ikki við næstu fýra vikurnar. Meinhardt Joensen fór út ímóti B68, og hann er rættuliga ivasamur. Boð eru send eftir Magnusi Poulsen, sum ikki hevur vant nakað serligt higartil í ár. Tað er rættliga sannlíkt, at hann verður málverji ímóti HB.
HB kundi bæði havt vunnið og tapt í Streymnesi, har tað endaði 2-2. Ein av lyklaspælarunum seinastu ferðirnar, tá ið HB hevur vent hóttandi tapum til sigur í Runavík og Klaksvík hevur verið Andrew av Fløtum. Í hesi vikuni hevur hann ikki vant orsaka av sjúku, men hann vónar at vera við fríggjadagin:
– Vøddaskaði hevur plágað, og tað er orsøkin til, at eg ikki altíð havi verið á liðnum frá byrjan. Vit kenna okkum hava funnið rætta lagið, og vit gleða okkum nógv at spæla ímóti B36. Allir spælararnir eru tøkir, og tað er kapping um plássini. Liðið er væl skipað, ungu menninir standa seg væl, og samanspælið er væl betri, enn tað var í fjør. Tí er einki at siga til, at vit gleða okkum. Í fjør taptu vit allar tríggjar ferðirnar ímóti B36. Tað ætla vit okkum at broyta, sigur Andrew av Fløtum.
Fríggjadagin klokkan 18.00
Dómari: Eiler Rasmussen.