B36 ætlar at vinna

Ikki er líkt til, at VB?arnir hava eina lætta uppgávu fyri framman, nú avgerðin um FM skal fella

 

Nógvar røddir hava seinastu vikuna verið frammi um, at ivaleyst fór B36 ikki at gera ov nógv burtur úr dystinum móti VB. Ein sigur móti VB kann væl viðføra, at gullkrónurnar enda hjá grannunum úr HB.


Taka sær ikki av løttum

At meta eftir tí, sum leikararnir siga, er tó einki um hetta prátið. B36 hevur framvegis møguleika at røkka bronsuplássinum og harvið Europa komandi ár.

- Vit fara á vøllin fyri at vinna, tað er so eingin ivi um tað, heldur Jákup á Borg, sum hóast unga aldurin telist millum mest royndu leikararnar á B36 liðnum. ? At fara út á vøllin fyri at tapa, haldi eg slettis ikki at man kann loyva sær, sigur hann víðari.

- Tað hevði eisini verið stuttligt, um man eftir dystin kundi fingið nøkur klapp frá HB áskoðarunum, sum kanska eisini fara at stuðla okkum undir sjálvum dystinum.


Mikkjal er úti

Hjá B36 eru so at siga allir mans tøkir. Mikkjal Thomassen hevur leikbann, men sum skilst, hevði hann helst ikki verið tøkur kortini. Miðvallarin, sum eisini hevur verið verjuleikari í ár, meiddi seg nevnliga undir venjing hóskvøldið.

Og Jákup leggur eisini dent á, at tað verður sterkasta lið teirra, sum fer á vøllin, so skulu vágbingar vinna FM, mugu teir sjálvir koma at taka tað. Í øllum førum er ikki líkt til, at teir kunnu taka nakað fyri givið leygardagin.