B36 tølini eru ikki góð

EB/Streymur saknar tveir lyklaspælarar, nú teir í Sundalagnum fyrireika seg fyri aðru ferð í ár at vinna fulla úrtøku ímóti B36 á útivølli

Klokkan 17.15 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har B36 í fyrsta dystinum í 11. Umfari hevur vitjan av EB/Streymi. Hesi bæði liðini hittust á sama vølli á krossmessu, 3. mai, og tá vann EB/Streymur 3-1.

 

Higartil í ár hevur tað kostað B36 nógv, at tað hevur verið so soltið ímóti teimum niðari á støðutalvuni.

 

B36 hevur spælt seks dystir ímóti teimum, sum plaga at verða roknað at vera tey niðaru á støðutavluni – og eisini eru tað eftir 10 umfør – og úrtøkan er 10 stig. B36 hevur tapt á útivølli og spælt javnt á heimavølli ímóti B68, hevur tapt á heimavølli ímóti EB/Streymi og vunnið á útivølli ímóti 07 Vestur og vunnið 1-0 á útivølli ímóti TB og 1-0 á heimavølli ímóti FC Suðuroy.

 

Hjá B36 var í vikuni ivamál um, hvussu tað fór at verða við miðverjunum Boga Reinert-Petersen og Heina Vatnsdal. Bogi er millum teir fyrstu ellivu í dag, meðan Heini Vatnsdal ikki er á listanum.

 

Hjá EB/Streymi er tað saknur í leikbannaða liðformanninum og miðverjanum Andras Ó. Olsen, sum er leikbannaður og miðvallaranum Óla Eyðsteinsson Poulsen, sum er skaddur.

 

 

 

B36 – EB/Streymur kl. 17.15

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

B36: Silas Eyðsteinsson – Símun Sólheim, Bogi Reinert-Petersen, Mattias Weihe Joensen, Rói Hansen – Marius Kryger Lindh, Mattias Hellisdal, Pætur J. Petersen, Filip Djordjevic, Hannes Agnarsson – Brian Jakobsen

 

EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Debes Geyti, Mikkjal Hellisá, Virgar Jónsson, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Tóki H. Johannesen, Gutti Dahl-Olsen, 86.) – Jens Erik Bruhn, Búi Egilsson, Boubacar Dabo