B36: Tosa enn við Mikkjal

Tað sigur formaðurin hjá B36, Sámal Ímundarsson.

 

Mikkjal Thomassen hevur ikki tikið avgerð um hann heldur fram, men hevur sáttmála fyri komandi ár.

 

- Mikkjal hevur biðið um at fáa nakað av umhugsingartíð, og vit práta saman. Vit vóna at finna eina loysn skjótt. Eg kann leggja afturat, at við eru sera fegin um Mikkjal og ynskja sjálvandi, at hann heldur fram í felagnum, sigur Sámal Ímundarson við Sosialin.

 

Hóast Mikkjal ikki hevur verið virkandi venjari síðani kappingin endaði, so hevur hann alíkavæl hjálpt væl til.

 

- Tað hevur ikki ávirka arbeiði hjá okkum, at vit ongan venjara hava. Mikkjal hevur jú framvegis sáttmála, og hann hevur hjálpt okkum nógv hesa tíðina, sigur formaðurin.