B36 vann venjingardystirnar í Jugoslavia

Fótbóltur: Eru nú komnir til Ísraels, har teir spæla í morgin

B36 hevur fyrireikað seg til Europa-Cup dystin í morgin í Jugoslavia.

Liðið, sum luttekur í undankappingini til Champions League, hevur hildið til í Subodica, sum liggur norður móti ungarska markinum, og tað hevur hilnast væl hjá B36 í venjingardystum.

Teir hava spælt tveir venjingardystir móti 3. deildarliðum har á staðnum, og teir vunnu báðar dystirnar. Annar dysturin endaði 2-0 og John Petersen og Jákup, Martin Hansen gjørdu málini. Hin dysturin endaði 3-1, og tá gjørdu Jan Guttesen, Rógvi Larsen og John Petersen málini.

B36 skuldi í dag venja í Jerusalem, har teir fara at spæla Europa-Cup dystin móti Beitar Jerusalem í morgin.

Vit hava meira um Europa-Cup dystirnar í blaðnum í morgin.