2. deild
Bæði B36 og VB høvdu havt góð úrslit seinastu umførini - sjálvt um B36 tapti í Klaksvík- og tí var lagt upp til ein spennandi dyst í Havn leygardagin. Tá 2. deild er so jøvn sum hon er, vildi taparin av dystinum framvegis verða í vanda fyri niðurflyting, meðan vinnarin kundi hugsa um silvurheiðursmerki.
B36 betra liðið
Tað sást beinanvegin at B36 ætlaði sær trý stig, og harvið halda fast um annað plássið í deildini. Havnarmenn løgdu hart út og fingu trýst VB aftur á vøllin. Og soleiðis sá tað út meginpartin av fyrra hálvleiki.Men B36 fekk ikki nógv burturúr tí leikligu yvirvág sum var, og tað nærmasta liðið kom var okkurt fríspark beint uttan fyri brotsteigin hjá VB. Hesi fríspørk vóru vandmikil, men verjan og málmaðurin hjá VB kláraðu skerini.
Nógvir bóltar gjørdist ov langir í uppspælinum, og fóru útav í tí lotinum sum B36 hevði í ryggin í fyrra hálvleiki.
Vágbingar vóru sjáldsamir gestir frammanfyri B36-málinum, og tá tað var gjørdist teir ongantíð serliga vandamiklir.
Lívligur seinni hálvleikur
Tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at lív kom í dystin. Tá 10 minuttir vóru farnir, fekk Heini í Skorini reytt kort fyri at vera nakað harðligur móti einum VB-ara. Nú sá heilt gott út hjá VB, sum undan dystinum uttan iva fór eftir tí eina stiginum.
Men tað var í veruleikanum útvísingin sum fekk B36 í gongd. Leikararnir blivu nógv ágrýtnari, og saman við nøkrum hepnum útskiftingum koyrdi spælið nógv betri.
Og trýstið gav úrslit tá góður tími var farin. Eftir eitt hornaspark fingu vágbingar ikki sparka bóltin burtur, og so kundi Karl Leonsson seta fótin á so bólturin fór í mál.
Men tað gingu ikki meir enn 3 minuttir, so hevði VB javnað. Eitt mótálop viðførdi, at Birgir Jørgensen varð spældur fríur, og hann skoraði trygt.
Nú gekk javnt á næstu løtuna við royndum á bæði málini. Ikki fyrr enn tað manglaðu 8 minuttir, kom næsta málið og tað fekk B36. Eitt innlegg kom úr vinstru síðu, og har var Karl Høgnesen fyrstur á bóltinum so hann fór í mál.
Eftir hetta skrædnaði fullkomuliga hjá VB, og móti endanum fekk B36 tvey mál aftrat. Fyrst var tað Ragnar Poulsen við beinleiðis frísparki og síðani skeyt John Thomsen seinasta málið í dystinum. Janus Kjærbo hjá VB fekk sítt annað gula kort seint í dystinum, og var tí rikin av vøllinum.
Tað bleiv sostatt til ein tryggan og uppibornan sigur til B36, hóast sigurin kom í hús seint í dystinum. Vágbingar mugu iðra seg um, at verjukendi taktikkurin ikki helt nakrar fáar minuttir aftrat.
Dysturin í tølum:
B36-VB 4-1(0-0)
1-0: Karl Leonsson
1-1: Birgir Jørgensen
2-1: Karl Høgnesen
3-1: Ragnar Poulsen
4-1: John Thomsen