Karoly Potemkin varð uppsagdur í B36 herfyri. Nú hevur B36 sagt farvæl við tveir leikarar aftrat. Hesaferð er ikki talan um leikarar, ið eru tveittir úr felagnum, men har man er komin ásamt um at steðga samstarvinum.
– Nagy hevði trupulleikar í heimlandinum og kemur ikki aftur, og við Svenn komu vit fram til, at tað var best at steðga samstarvinum, upplýsir Havgrímur Johannesen, ið er ein av teimum, ið varar av Formulahópinum hjá B36.
Hann leggur beinanvegin aftrat, at B36 hevur fingið tveir nýggjar og góðar mans í staðin, og sipar til landsliðsleikaran Súna Olsen og enska áleyparan Sam Melson. B36 hevur seinastu vikurnar bíðað eftir spæliloyvinum hjá fyrrverandi Plymouth áleyparanum, og í gjár komu endaligu loyvini til árstalsfelagið. Sostatt verður hann tøkur, tá EB/Streymur vitjar sunnudagin.
Men at hann er tøkur munar helst lítið, tá nýggjur liðformaður skal veljast. Og tað skal tað, tí teir tríggir, sum standa í fremstu røð, tá liðformenn skulu veljast, sita allir uttanfyri. Klæmint Matras er leikbannaður, Herbert í Lon Jacobsen skaddur og Ingi Højsted tað sama. Tískil skal nýggjur liðformaður finnast sunnudagin.
Sorin úti
Í EB/Streymi vanta teimum eisini tríggjar týdningarmiklar leikarar. Mikkjal Thomassen og Høgni Zachariassen eru framvegis skaddir, og nú er Sorin Anghel heldur ikki tøkur. Hann er farin til heimlandið at halda brúdleyp, og verður heldur ikki við til heimadystin móti Manchester City.
Sostatt eru tað tríggir mans, sum hava meldað Sigfríði Clementsen avboð. Hinvegin hevur Dánjal Davidsen meldað seg tøkan, eftir at hann hevur vant við aftur seinastu dagarnar.
Móti fuglfirðingum farna vikuskifti sat Marni Djurhuus leikbann av sær. Hann er tískil tøkur sunnudagin, og kemur ivaleyst beint inn í miðverjuna aftur, har danin Anders Post Jacobsen spældi seinast.
Summarmeistari
EB/Streymur hevur fyrr í ár vunnið sær í so góða støðu, at teir kunnu tapa tríggjar teir seinastu dystirnar undan summarsteðginum, og framvegis vera fremst og rópa seg summarmeistarar. Hinvegin er eingin ivi um, at teir á pappírinum áttu at vunnið bæði á Víkingum og ÍF, hóast talan var um útivallardystir. Nú skal EB/Streymur royna seg á útivølli triðja dystin á rað. Dysturin er eisini seinasti dysturin, áðrenn mætu Manchester City koma á Tórsvøll. Ein sigur hevði verið hóskandi upptakt hjá sundalagsmonnum – eisini um teir ynskja at varðveita fjarstøðuna niður til hini liðini.
B36 skal eisini møta stórfelag hósdagin. Tað verður í Brøndby, og tí er oddaliðið í Formuladeildini ikki so galið at fyrireika seg við. Hinvegin eru teir yvirhálaðir av Víkingum eftir síðsta umfar, og liggja tískil á fimta plássi – 11 stig handan EB/Streym.