B36 venjararnir eru teir bestu

Tað vóru teir báðir venjararnir hjá føroyameistarunum í B36, sum í dag vunnu heiðurin at verða bestu venjararnir.

John Petersen og Mikkjal Thomassen fingu fyri løtu síðani handaðar pláturnar sum prógv um, at venjararnir, liðformenninir og ítróttarskrivararnir hava valt teir sum ársins venjarar.

- Samstarvið millum John og meg hevur verið fantastiskt, og hóast eg havi verið meiri alment frammi, so eigur John eins nógv í hesum, sum eg eigi, segði Mikkjal Thomassen.

- Hetta hevur riggað sera væl okkara millum. Vit kenna hvønn annan og harvið, hvat vit eru betri til enn hin, og at vit standa her í dag ber boð um, at tað hevur riggað, helt John Petersen.

Jacob Thomsen úr B36 var kosin besti venjari í kvinnudeildini. Hann hevur í mong ár vant besta kvinnuliðið hjá árstalsfelagnum, sum í ár vann bronsu, og eina ferð - afturi í 1977 var hann venjari hjá besta B36 liðnum á mannfólkasíðuni.

- Hetta er fyrsta ferðin, at eg havi vunnið hetta, og eg taki tað sum ein heiður, segði Jacob Thomsen.

Hann vildi ikki siga, um hann fer at halda fram næsta ár, men tað var ikki langt frá:

- Árini frammanfyri eru færri enn tey aftanfyri hjá mær. Men uttan fótbólt hevði tað verið nógv fátækari.