B68 av tindinum

Við einum hart vunnum sigri á Svangaskarði hevur B71 nú lagt seg á odda í 2. deild

2. deild

Higartil hevur tosið um kappingina í aðru deild mest snúð seg um, hvør skuldi fara at fylgja toftamonnum. Onkur tykist enntá hava tosað um, at einasti spurningurin fór at verða, hvørt B68 fór at gera GÍ kynstið eftir. Tá gøtumenn á sinni vunnu aðru deild, varð hetta nevnliga gjørt við fullum stigatali, og manningin hjá B68 hevur í ár tókst somikið sterk, at hetta kanska ikki var hpúrasta ørt at hugsa.
Men tann dreymin kunnu toftamenn í øllum førum gloyma alt um. Leygardagin máttu teir nevnliga leggja rygg til 1-0 tap í toppdystinum móti B71, sum harvið hevur lagt seg á odda við hjálp frá regluni um innanhýsis úrslit.
Talan var ikki um tann best spælda dystin á árinum, tá B71 vitjaði. Fyri steðgin var kanska ikki so nógvur munur á, men Clayton Soares megnaði tó at seta hol á, tá hann slapp leysur í vinstru. Hann rak inn um málverjan, sum var komin út, og tá hann so skeyt úr spískum, smoygdi bólturi sær inn, hóast Arnbjørn Danielsen tókist hava møguleikan at rudda.
Og so kundu gestirnir leggja dentin á kontra- og verjuspælið. Fortreytirnar fyri hesum batnaðu eisini, tá Øssur Jacobsen varð rikin av vøllinum stutt eftir steðgin, men kortini hendi tað, at B68 nú tók fullkomuliga yvir. Álopini snøgt sagt skolaðu oman yvir B71 málið, har bert 18 ára gamli Símun Rógvi Hansen hevði nokk at síggja til. Men nærri enn skoti á stongina komu toftamenn ikki, og so kundu gestirnir fegnir fara suður aftur við øllum stigunum.

Hat-trick í 12 minuttir
Vágamenn eru framvegis teir, sum fylgja við hinum báðum oddaliðunum, og teir vunnu aftur trygt hetta vikuskiftið.
Hesa ferð var tað Sumba, sum vitjaði, og við einum 6-1 sigri læt FSV ikki nakrar sum helst iva vera um, hvar stigini skuldu fara. Merkisvert var hesaferð, at ikki færri enn fimm málskjúttar komu á talvuna fyri FSV, har tað higartil einamest hava verið Sonni Johansen og Birgir Joensen, sum hava gjørt um seg.
Á Argjum kundi AB takka Súna Fríða Barbá fyri, at teir fingu stigini, sum fluttu liðåið upp á fjórða plássið. LÍF hevði annars lagt seg á odda 2-0 stutt inn í annan hálvleik, men so tók gamli málrevurin fatt. Seinastu 12 minuttirnar skoraði hann tríggjar ferðir, og so kundu leirvíkingarnir ikki annað enn iðra seg um tað, sum kundi verið.
Í Havn hevði B36 hesa ferð heimavøll móti HB, men heldur ikki hesaferð eydnaðist teimum hvítu at fáa fulla úrtøku. Heine Fernandez er nú aftur um at koma fyri seg hjá HB, og legði eisini teir reyð/svørtu á odda fyri steðgin. Levi Hanssen javnaði fyri B36, men ein annar ungur maður, Hendrik Rubeksen, syrgdi fyri, at HB fekk øll stigini.
Og loksins fekk GÍ heldur ikki nakað burtur úr sínum dysti. Royn hevur havt tað tungt í ár, eftir at teir annars vunnu tey bæði fyrstu umførini, men hesa ferð var tó eingin ivi. 5-0 varð úrslitið, sum altso helt GÍ fast í botninum av deildini.


Úrslitini
B68-B71 0-1 (0-1)
0-1: Clayton Soares

FSV2004-Sumba 6-1 (3-0)
0-1: Elfinn Ørvarodd
2-0: Jákup G. Joensen
3-0: Sjúrður Ellefsen
4-0: Elfinn Ørvarodd
5-0: Sonni Johansen
6-0: Per Joensen
6-1: Dánjal Jacob Joensen

AB-LÍF 3-2 (0-1)
0-1: Andrias á Lava Olsen
0-2: Petur Sjúrðarberg
1-2: Súni Fríði Barbá
2-2: Súni Fríði Barbá
3-2: Súni Fríði Barbá

Royn-GÍ 5-0 (3-0)
1-0: Kristian Bertholdsen
2-0: Kaj Roest
3-0: Hanus Toftheyggj
4-0: Gisli Sveinbjørnsson
5-0: Frits Eið

B36-HB 1-2 (0-1)
0-1: Heine Fernandez
1-1: Levi Hanssen
1-2: Hendrik Rubeksen