B68 er á botninum

Skála hevur við sigri í dag møguleika at slíta seg leyst úr botninum

Eftir tvær ferðir 1-1 í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur úrtøkan hjá B68 ikki verið góð. Trý tap við samanlagda málmuninum 1-13 undirstrika hetta. Tó skal havast í huga, at tapini hava verið ímóti FM kandidatunum í B36, Víkingi og NSÍ.

 

B68 er niðast, og seinnapartin liggur leiðin inn á Skála, at dystast við hitt uppflytaraliðið. Á støðutalvuni er Skála eitt stig frammanfyri B68, so talan er um lyklauppgerð. Næstu vikurnar verða sera avgerandi fyri, hvør dagsskráin á Skála fer at verða. Eftir heimadystin ímóti B68 skal Skála til Fuglafirðar og á Argir, áðrenn TB og KÍ fara at vitja á Skála.

Tað er sannlíkt, at Skála – fyribils í hvussu so er – verður leyst úr botninum, um tað í dag fer at eydnast at vinna fulla úrtøku.

 

Niklas Poulsen, vongverjin í høgru hjá B68, er framvegis skaddur. Hákun Edmundsson er tøkur aftur, eftir at hann ikki hevði loyvi at spæla ímóti NSÍ, sum hann er leigaður frá.

 

Allir spælararnir eru tøkir hjá Skála, sum í dag fyri fyrstu ferð hevur Steingrím Jónsveinsson Jacobsen í hópinum.