B68 er favorittur at vinna seinnu hálvfinaluna

Her eru oddsini upp á seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym á Svangaskarði á Toftum, ið byrjar klokkan 17 í morgin

Seinnapartin klokkan 17 í morgin byrjar seinna hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B68 og EB/Streym á Svangaskarði á Toftum. B68 vann fyrru hálvfinaluna 3-0.

 

Bara fýra altjóða veddingarfyritøkur lata odds upp á dystin, og tær hava B68 sum ein lítlan favoritt til at vinna dystin. 

 

Oddsini upp á heimasigur til B68 liggja millum 1,91 og 1,98.

 

Oddsini upp á útisigur til EB/Streym liggja millum 3,02 og 3,32.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##